Rótaðu í rumpuni á strippara

Danski stripparin Jackie Jauqline Oliver varð ikki væl móttikin í Vágum

 

Jackie Jauqline Oliver, kend frá donsku sjónvarpssendingini Singleliv, og sjeikurin hjá henni, Martin Salomonsen, skuldi á romantiskan túr til Føroya. Men túrurin fekk eina heldur óblíða byrjan.

 

Komin í Vágar ger Martin sum ein rættur maður, og bjóðar sær at bíða eftir viðførinum, meðan daman fer út at roykja. Hon fer, men á veg gjøgnum tollin verður hon steðgað av tollvaldinum. Tollhundurin fær áhugað fyri taskuni hjá Jackie, og tollararnir vilja tí kannað hana nærri.

 

Endin varð, at bæði taskan og hon vóru kannaði í Vágunum. Tá einki varð funnið har, avgjørdu tollararnir at biðja løgregluna koyra hana til Havnar, tí teir mettu, at hon kundi hava smuglað okkurt í maganum ella endatarminum.

 

Martin Salomonsen vil vera við, at hon var røntgenskannað, hóast hon var upp á vegin, og at ein maður gav henni eina endatarmskanning, ikki bara við einum fingri, men allari hondini, sum Ekstrabladet endurgevur hann fyri at siga.

 

Tollararnir funnu einki á henni og lótu hana tí fara.

 

Ekstrabladet.dk hevur verið í samband við tollvaldið í Føroyum, sum ikki vil viðmerkja júst hetta málið. Teir staðfesta tó, at slíkar kanningar altíð vera gjørdar á sjúkrahúsinum av heilsufólki, tvs læknum og sjúkrasystrum, sum vita hvat tey gera.