Rottueitur í narko-tablettum

Ein 18 ára gomul donsk genta doyði herfyri, eftir at hon hevði tikið ecstasytablettir, sum vóru fongdar við rottueituri

Ein 18 ára gomul genta úr Gredstedbro doyði herfyri eftir, at hon hevði tikið ecstasytablettir í einari íbúð í Bramming í Danmark.

Nú ávarar familjan onnur og sigur, at leivdir av rottueituri vóru í tablettunum, sum gentan hevði tikið.

Sambært vinfólkum hjá gentuni hevði hon ongantíð áður tikið narko, og tí stendur familjan spyrjandi um, hvørt onkur kann hava lokkað hana at taka tablettirnar.

- Vit skilja ikki, at gentan er deyð og er burtur fyri allar tíðir, sigur 47 ára gamla mamma hennara, Anita Terkelsen, við donsk bløð.

Sambært bløðunum eru tað læknar á Sydvestjysk Sygehus, sum hava kunnað familjuna um, at leivdir av rottueituri eru funnar í tablettunum.