Bilurin, ið kallast Rover TCV, er ein roynd at vísa hvussu Rover væntandi koma at síggja út í framtíðini. Talan er um ein stóran og praktiskan luksusbil.
Rover TCV stendur fyri Tourer Concept Vehicle, sum navnið sigur, er talan um ein konseptbil. Tað fara helst at ganga nøkur ár til ein bilur í líkist hesum kemur á marknaðin. Sera fáir upplýsingar eru komnir um bilin, sum eftir ætlan skal vera ein stórur og praktiskur luksusbilur. Viðførisrúmið skal kunna innrættast uppá fleiri ymiskar mátar. Í øllum førum kunnu vit ásanna at hesin ikki líkist teimum Rover bilum vit kenna í dag.