Fríggjakvøld verður Cultural kvøld við Rowan á REX. Aftan fyri navnið Rowan goymir Róin Siggertson seg, og fríggjakvøldið fáa føroyingar høvið at hoyra, hvat ein av okkara gávuríku útiseta tónleikarum tekst við.
Áðrenn the Dreams vóru í MTV, áðrenn Guðrun Sólja vann Stjerne for en Aften, áðrenn Eyð Berghamar Jacobsen var í Stjerne for en aften og Popstars, Áðrenn <ST1:PERSONNAME stuttur.<BR ov gjørdist hann Men veruleikasjónvarpsrokkbólkinum. danska fyrsta í sangari sum plássið, sær vinna at til áskoðarafavorittur Róin var útstráling, sterku og attitútu rokknroll síni Við stjørnan. veruleikasjónvarps føroyska Har Rockidols. æt ið TV3, á sending ein Brother, Big barn við varð gólvið pissaði Sissal áðrenn sjálvt ja aften, en for Stjerne st1:PersonName$?$end$!$ Dam< Dam"$?$end$!$Jákup ProductID='"Jákup' w:st='"on"'>
Síðan tá hevur Rowan spælt nakrar Ólavsøkukonsertir, og havt framførslur á dansistøðum og ølklubbum. Nú er eitt sindur fráliðið síðan seinast, men fríggjakvøldið verður altso høvi at hoyra hansara egnu funky løg.
Róin gjørdist stjørna í Føroyum, tá hann 16 ára gamal gav sítt fyrsta kasettuband út. Saman við vinmanninum Magna Christiansen hevði ungi vestmenningurin tikið kassettubandið upp við egnum løgum og onkrum Beatles lagið. Bandið gjørdist landaplága, og Róin og Magni spældu nógv til dans kring Føroyar.
Tá teir góvust við Róin og Magna, spældi Róin nógv til dans saman við ymiskum tónleikarum. Eitt nú var hann ofta at hoyra í Maxim, ið lá í Alberts Hall. Hetta er ikki tann síðan av Róini, sum hevur verið mest virkin seinastu árini, har egin tónleikur og tónleikaframleiðsla hava verið høvuðsarbeiðið hjá Róin.
Men Leygarkvøldið sleppa vit so at uppliva dansisíðuna av Rowan, tá hann fer á pallin at spæla góðan dansitónleik til eitt Maxim kvøld. Tiltakið verður tó ikki í fíggjarmálaráðnum men í REX.
Manningin í bólkinum bæði kvøldini er: Róin Siggetsson (sang og ljómborð), Pauli Magnussen (Bass og kór)
Uni Debes (Gittar og sang/kór) Brandur Jacobsen (Trummir)
Sí heimasíðuna www.sassymusic.dk, har tónleikur og sjónbandaløg við Rowan eru at hoyra og síggja, millum sjónbandaløgini eru tríggjar upptøkur av Ólavsøkukonsertini.