- Ein rúgva av fólki kemur umborð, og her koma nógvir plattar. Tí eru bestu løturnar til eftirlit, beint áðrenn loyst verður, sigur framleiðslustjórin hjá Royal Greenland. Mynd: Álvur Haraldsen.

Royal Greenland: Forargiligt og skuffandi

Eftir at stórar nøgdir av hassji eru funnar umborð í Avataq, umhugsar reiðaríið at herða eftirlitið, men hetta er ein trupul uppgáva.

 

- Ein rúgva av fólki kemur umborð, og her koma nógvir plattar. Tí eru bestu løturnar til eftirlit, beint áðrenn loyst verður, sigur framleiðslustjórin hjá Royal Greenland. Mynd: Álvur Haraldsen.

Fyrst ljóðaði, at tað vóru 21 kilo av hassji, sum danska løgreglan og tollvaldið høvdu funnið umborð í grønlendska rækjutrolaranum, Avatak, sum seinastu seks vikurnar hevur ligið í Frederikshavn í Danmark. 

 

Seinni upplýsti løgreglan, at talan heldur var um 23 kilo. Tað var stutt fyri, at trolarin skuldi loysa í Frederikshavn, at løgreglan fór umborð at kanna skipið og fann stóru nøgdirnar av hassji. 

 

Framleiðslustjórin hjá Royal Greenland, Lars Nielsen, er forargaður um, at onkur hevur roynt at brúkt trolaran til smugling av hassji.

 

- Hetta er sjálvandi bæði forargiligt og skuffandi, Men, slíkt kemur kortini ikki púrasta óvæntað, sigur hann við Sermitsiaq.

 

Lars Nielsen vísir á, at sjálvandi kann tað gerast ein stórur vinningur fyri smuglarar, um teimum eydnast at fáa hassj til Grønlands, og tí er ein trolari eitt upplagt mál fyri kriminellar.

 

Framleiðsluleiðarin sigur, at tað er føst mannagongd, at Royal Greenland mælir løgregluni til at koma umborð at kanna skipið, áðrenn farið verður úr havn aðrastaðni enn í Grønlandi. 

 

- Hetta gera vit hvørja ferð fyri at umgangast, at smuglaragóðs kemur inn í landið við skipum hjá Royal Greenland, og hetta gjørdu vit eisini hesaferð, sigur hann.

 

Lars Nielsen greiðir frá, at Royal Greenland eigur ikki hasj-hundar ella aðra útgerð at leita eftir hassji við.

 

- Myndugleikarnir eru útbúnir til hetta arbeiði, men tað eru vit ikki. Tí samstarva vit eisini nær grønlendsku myndugleikunum í hesum máli, og vit gera alt fyri at geva okkara íkast.

Framleiðslustjórin sigur, at Royal Greenland nú umhugsar eitt skerpað eftirlit umborð, men hann ásannar, at hetta kann gerast trupult, eitt nú tá skipið er leingi á beding.

 

- Tað kemur ein rúgva av fólki umborð hvønn einasta dag, og her koma nógvir plattar við útgerð. Tí eru bestu løturnar at fremja eftirlit, beint áðrenn loyst verður.

 

Lars Nielsen sigur við Sermitsiaq, at Royal Greenland fer at hava eina innanhýsis eftirmeting av støðuni fyri at finna út av, um tað er okkurt, sum felagið kann gera betur. 

 

 

 

 

 

- Ein rúgva av fólki kemur umborð, og her koma nógvir plattar. Tí eru bestu løturnar til eftirlit, beint áðrenn loyst verður, sigur framleiðslustjórin hjá Royal Greenland. Mynd: Álvur Haraldsen.