Royking skal bannast!

Eitt nýtt uppskot fer at banna allari royking bæði á privatum arbeiðsplássum, í dansihølum og á matstovum. Og forðboðið røkkur eisini inn í privatu heimini Verandi roykiforboð skal nú víðkast, soleiðis, at eisini starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum og viðskiftafólk skulu verjast við lóg.

Tí verður ikki longur loyvt at roykja innandura á privatum arbeðisplássum, har tað starvast fleiri enn eitt fólk. Á matstovum, í dansi- og skeinkistøðum og á støðum har almenningurin hevur atgongd móti gjaldi ella uttan gjald, verður eisini bannað at roykja.

Forboðið røkkur eisini inn í privatu heimini. Nú verður roykiforboð sett í privatum heimum meðan almenn ella alment fíggjað tænastuveiting verður veitt til persónliga ella praktiska hjálp. Tað merkir, at fólk, ið t.d. hava heimahjálp ella stuðul, ikki hava loyvi at roykja inni hjá sær sjálvum, meðan hjálpin fer fram.

Dentur er eisini lagdur á at verja børnini ímóti passivari royking, tí verður ikki loyvt at roykja á kommunalum barnaansingum, meðan børn verða ansað.

Hans Pauli Strøm stendur handan uppskotið, sum í dag er farið út til fleiri enn 70 stovnar og feløg til hoyringar.