Roykipavsa við løn

Tí noyðist eg at arbeiða minst sjey vikur meira um árið enn tey, sum eiga børn og roykja. Men eg fái somu løn sum tey, skrivar Høgni Djurhuus í klummuni

Eg eigi eingi børn. Og eg royki ikki.

Tí noyðist eg at arbeiða minst sjey vikur meira um árið enn tey, sum eiga børn og roykja. Men eg fái somu løn sum tey. Eisini somu løn sum kvinnurnar, sum arbeiða sjey vikur minni enn eg um árið. Árslønin er tann sama, ikki eitt oyra á muni. Segði nakar somu løn fyri sama arbeiði?

Tvætl og paranoia, sigur lesarin (um nakar er) innantanna ella hart saman við nøkrum eiðum. Nei, einki tvætl og enn minni paranoia. Men eg viðgangi, at hatta ljóðar løgið, ljóðar nakað sum ein pástandur úr leysum, bláum tjørulofti. So er ikki.

Gamaní, próvbyrðan er mín. Hana megni eg væl at lyfta og bera langt.

Fólk, sum eiga børn, hava rætt til at vera heima hjá sjúkum børnum tíggju dagar um árið. Rætt til tíggju frídagar, sum vit barnleysu ikki fáa. Tað stendur í sáttmálanum.

Tíggju arbeiðsdagar, sum verða konverteraðir til frídagar, eru tvær vikur.

Og børn í Føroyum eru sjúk, minst tíggju dagar um árið. Heilsustøðan er syndarlig, fyrst og fremst tí at børn liva av kola, Red Bull, kipsi og øðrum svansi.

Ókey, har fóru tvær vikur við løn.

Tey, sum roykja, sleppa ikki longur at roykja inni. Tey hava tí roykipavsur, minst fýra hvønn arbeiðsdag. Hvør roykipavsa er á leið eitt korter, tí nógv er at sleyga um úti á trappuni ella undir trappuni millum guvarnar og ælini.

Og kvinnurnar skulu kunna hvørja aðra um síni sjúku børn, geva góð ráð og siga frá royndum, góðum og ringum, ja, útveksla erfaringar. Ein roykipavsa varar tí nógv longur enn eina sigarets tíð.

Eingin sáttmáli sigur nakað um roykipavsur. Men sáttmálar siga so nógv annað, sum ongantíð verður brúkt, so tá eigur at bera til at gera okkurt, sum sáttmálin einki sigur um.

Aftur til roknistykkið.Eg rokni við 210 arbeiðsdøgum um árið í mínum hávísindaliga ástøði. Minst ein tími um dagin fer til at hála fríska luft gjøgnum sigarettina. Tí fara 210 tímar um árið, við løn, upp í bláan royk, sum er farin gjøgnum tvey filtur, tað í sigarettini og tað í lungunum. Arbeiðsvikan er 39 tímar. 39 tímar upp í 210 tímar geva knappliga 5,4 vikur. Og so tær báðar vikurnar heima við sjúkralegurnar afturat.

7,4 vikur, næstan tveir mánaðir, arbeiða eg og tey, sum ikki roykja, og tey trý-fýra, sum ikki eiga børn, meira um árið enn hini. Fáa vit somu løn fyri sama arbeiði? No way.

Men tað skal ikki skilja okkum. Heldur ikki, tá roykjararnir fáa tveir tímar um dagin at roykja. Tí um stutta tíð verður forboðið at roykja á matriklinum hjá arbeiðsplássinum. Tá kemur tíðin, sum roykjararnir brúka til at fara út um matrikullin og innaftur, upp í roykipavsurnar.

Í Svøríki er royking í arbeiðstíðini eingin trupulleiki. Nei, latið okkum heldur siga, at í Svøríki er støðan en onnur, so fornerma vit ongan. Har snúsa fólk. Og tað kann gerast inni. Fólk kunnu snúsa og arbeiða í senn. Einki eitur passiv snúsing. Snús dálkar bara tenn og spýtibakkan.

Vit, sum ikki roykja, vilja ikki hava roykin innaftur. Vit unna væl roykjarunum løn fyri hálva sættu viku fyri at roykja og sleyga. Landskassin fær skatt av lønini og harafturat MVG og øll møgulig avgjøld av sigarettunum. Pengarnir koma innaftur. Vit kunnu siga, at royking í arbeiðstíðini er útreiðsluneutral, sum tað eitur í eykajáttanarlógunum.

Hvussu nógv roykja? 40 prosent? So ikki einki leggja tey har niðri á landskassabotninum.

Og so vil onkur illavorðin leggja afturat, at roykjarar kosta ikki so nógv í fólkapensjón. Men tað vóru ikki míni orð.