Sjónarmið
Her sita vit so - tey fáu ófrelstu í húsinum ? og súgva okkara vindlar, okkara dagligu dosis av nikotini fyri at koma ígjøgnum dagin. Ein skuldi trúð, at hetta var eitt serligt rúm ? kanska ljóst og luftigt við serligari útlufting. Men so eiðasørt, í grundini nýtist bara helvtin av okkum at roykja, restin kan bara anda inn.
Ikki tí, sjálvur vil eg helst leggja av at roykja. Tað er neyvan nakað gagnligt, dýrt er tað eisini, men ringast av øllum, roykjandi fólk hava alt meira fingið eina paria-líknandi støðu í samfelagnum. Ein skuldi næstan trúð, at øll sjúka helt uppat, bara tubbakkið hvarv.
Men ringt er at leggja av, ringari enn ein skuldi trúð. Ein lorta last.
Hvar er í grundini munurin millum last og sjúku? Sótu vit soleiðis við einum dropa og javnaðu ein mánamorgun, høvdu vit verið flutt á Velbastað við fullum útrykningi, meðan læknar, sjúkrasystrar og annað gott fólk hevði staðið klárt at taka ímóti okkum. Og vit høvdu fingið alla møguliga hjálp til at verið slúsað út í samfelagið aftur.
Men nikotintrælir? Ga'vekk, sum suðringurin segði, tykur kunja bara halda uppat! Er ongin viljastyrki í tykum?
Sjónvarpsreklamurnar á TV3 siga seg kunna hjálpa okkum. Tyggigummið, kunstigar sigarrettir og heftiplástur. Tað er loysnin, verður sagt, »for jeg SKAL faktisk ikke ryge«, sigur hin nýfrelsti í reklamuni.
Sjálvur tendri eg hvørki uppá heftiplástur ella plastikk í munninum. Men tyggigummi kanska.
Lukkuliga óvitandi um handilslig prinsipp fari eg á apotekið at keypa mær nikotintyggigummi. Eg havi lært meg ramsuna uttanat: »30 stykkir, 2 milligram, uttan smakk, takk«. »Ger so væl, tað verður 61 krónur«, sigur tann fryntliga gentan aftan fyri diskin.
61 krónur? Tað verður meira enn 2 krónur fyri hvørt tyggigummið. Og tað kann ikki verða nikotinúrdrátturin, tí 4 milligram kosta lítið meira. Og sjálvt tyggigummið er neyvan betur enn Stimorol ella Wrigley's. Kundi kanska keypt 4 milligram og skorið hvørt tyggigummið sundur í helvt? Hvat man vinningurin soleiðis í prosentum vera av hesum tyggigummi? Eg fati knappliga eina djúpri meining við lýsingunum og herðferðini hjá apotekunum um at halda uppat at roykja og havi ein illgruna um, at teir ístaðin ætla at gera meg til nikotintyggigummitræl.
Teir 10 minuttirnar eru farnir. Eri kvikur, tá eg smoyggi mær útum, ti ongin roykur má koma út á gongina. Passiv royking er minst líka farlig, siga teir klóku. Í grundini eru eg og tey, eg vaks upp saman við, medisinsk vidundir, tí bara fá áttu at verið eftir á lívi við øllum stórroykjarum, ið vóru í okkara uppvøkstri. Sjálvt úr skúlastovuni minnist eg enn henda frískliga pípuroykin hjá bæði lærara og presti.
Óansæð hvussu nógv fyrilit vit roykjarar taka til okkara meðmenniskju, so verður lastin alt meira ? ja, belastandi. Tí verður mítt uppskot ? og tað er í fullum álvara ? at tubbak verður forboðið. So kann focus setast á aðrir bólkar, salamifjepparar ella tvøst-og-spik-átarar, tey morgunsúru ella kanska nasapilkarar.
»You're still gonna die«, sigur Shel Silverstein onkunstaðni. Livst, so spyrst ? nei forrestin, tað kann eg heldur ikki rokna við.