Roykipolitikkur settur í gildi í Tórshavnar Kommunu

Nú verður ikki longur loyvt at roykja á kommunalum arbeiðsplássum í Havn

Roykipolitikkur

Tað verður vanligari og vanligari, at stovnar og fyritøkur seta roykipolitikk í gildi.
Og nú hevur eisini Tórshavnar Kommuna- kanska sum fyrsta kommuna í landinum - sett sín egna roykipolitikk í verk.
Tað er ein trýmanna nevnd undir býráðnum, sum hevur orðað roykipolitikkin. Og endamálið við at seta hann í verk, er at tryggja roykfrítt umhvørvi á øllum kommunalum arbeiðsplássum, soleiðis at øll starvsfólk kunnu útinna sítt arbeiði og øll viðskiftafólk kunnu avgreiða síni viðurskifti í einum roykfríum umhvørvi.
Í minsta lagi skulu arbeiðshøli, felagshøli, avgreiðsluhøli og tænastubilar nú verða roykfrí øki.
Sostatt verður royking einans loyvd í serligum hølum, sum eru ætlað at roykja í.
Har eingi serlig høli eru tøk, verður roykt uttandura, helst undir taki, tá ið hetta ber til.
Men allastaðni, har børn og ung verða ansað, verður bert roykt uttandura. Miðað verður eftir, at roykipolitikkurin eisini skal vera galdandi í fólkaskúlunum í kommununi.
Á stovnum, sum eru eru heim hjá búfólki, eigur rætturin hjá búfólkunum at ráða í egnum heimi, at verða virdur, tó soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri onnur búfólk á stovninum.
Á hesum stovnum eigur at verða skipað fyri uppihaldsstovu ella rúmi til roykjarar, men tey skulu sjálvi ráða fyri, um tey roykja inni hjá sær sjálvum.
Fólk, ið búgva styttri tíð á stovninum, hava ikki loyvi at roykja inni hjá sær sjálvum, men verða víst til roykirúmið.
Fyri at tryggjað, at roykipolitikkurin verður settur í verk, skulu tey ymsu arbeiðsplássini lýsa við roykiforboði við uppsløgum, skeltum ella á annan hátt og somuleiðis skulu arbeiðsplássini vísa á, hvar ið tað er loyvt at roykja.
Tey ymsu arbeiðsplássini skulu eisini upplýsa um vandan við royking, tað kann gerast við fundum, har uttanhysis ráðgevarar kunnu vera við og annars við skrivligum tilfari.
Harafturat skal skipast fyri avvenjingarskeiðum við uttanhýsis ráðgevara, har kommunan betalir helvtina av kostnaðinum fyri starvsfólk, ið vilja hava slík skeið. Men býráðið ger samstundis vart við, at tað bara vil betala fyri eitt skeið til hvørt starvsfólk.
Býráðið sigur eisini, at hetta er galdandi á øllum arbeiðsplássum, sum Tórshavnar kommuna varðar av ella ber høvuðskostnaðin av.