Á heimasíðuni hjá føroyska vertshúsinum í Keypmannahavn, Skarv, er atkvøðugreiðsla, har til ber at atkvøða, hvørt roykirúm skal gerast á Skarv. Tað hendir eftir, at royking hevur fingið drúgva umrøðu og eftir at roykfrí tiltøk hava verið.
Spurningurin er, um ein ynskir roykirúm á Skarv, og 46% siga ja, 49% siga nei og 5% siga seg ikki vita.
Tað skal tó viðmerkjast, at enn hava bert 149 verið á síðuni og atkvøtt, so tølini mugu takast við fyrivarni.