Tá Sløkkiliðið fyrr í dag varð boðsent í kjallaran í løgtingsumsitingini, var ikki talan um falskan alarm. - Ein kompressari lak olju, sigur Heini Østerø, innsatsleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Hetta elvdi til royk, sum setti eldávaringarskipanina í gongd. Men talan var ikki um eldsbruna.
Tað er Føroya Tele sum eigur luftkompressaran, sum stendur í kjallaranum í bygninginmu hjá Løgtingsskrivstovuni, sum fyrr hýsti Føroya Tele.