Roykur og øska yvir íslendska eysturlandið

Sambært íslendskum veðurfrøðingum fer gassdálking frá nýggja eldgosinum at spjaða seg yvir íslendska eysturlandið.

 

Roykur og grótbræðing kemur framvegis upp úr eldgosinum norðan fyri íslendska býin, Grindavík, har tað aftur fór at goysa í gjár.

 

Í Íslandi verður roknað við, at hann verður vestan eftir í ættini í dag, og tí er væntandi, at roykur og øska fer at spjaða seg eystur yvir landið.

 

Reuters visti í morgun frá íslendskum veðurfrøðingum at siga, at luftin kring íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík, framvegis er rein.

 

Hinvegin vísa mátingar, at luftgóðskan nærri Grindavík er meira dálkað og kann vera til ampa fyri fólk, sum eru viðbrekin.

 

Í gjár vórðu fólk flutt burtur úr Grindavík og Bláa Lóni. Hetta er fimta eldgosið nærindis Grindavík síðan desember í fjør.