Roykur úr skúlabussi í tunli norður um Fjall

Telefonsamband fekst ikki í tunnlinum, men tó hendi ongin skaði, og alt endaði væl, tá roykur í dag kom úr einum skúlabussi í øðrum av tunlunum norður um Fjall.

 

Irdi jacobsen skrivar í dag soleiðis á facebook-vanganum Tunlar norður um fjall:

 

Skúlabussurin - roykur - Tunlarnir norður um Fjall.

Hesi trý orðini ynskir man ikki at møta í sama setningi...

Men tað var støðan fyri løtu síðani tá skúlabussurin var á veg norður um fjall. Brádliga var roykur í bussinum og bussførarin valdi at koyra bussin inn í eitt víkipláss miðskeiðis í norðrara tunlinum. Førarin fór út at vita hvat var á vási.

Tá tey skuldu ringja eftir hjálp, fekst ikki samband í tunlinum... ein næmingur gekk so móti norðrara enda, og fekk tá boða frá og biði um hjálp...

Sambært busseigaranum var tíbetur ikki talan um stóran trupulleika.

Í dag spældi væl av - tíbetur, men hvat hevði hent um tað veruliga var eldur í?

Tað kann gott vera at vindmátararir hjá landsverki seinastu dagarnir hava víst 50-60 m/s ymsastaðni, men tá kunnu fólk VELJA at sita við hús.

Vit sum hava TNF sum einastu farleið, liva hvønn dag, alt árið, í vanda fyri at enda í størstu katastrofu - innibrend í TNF!, skrivar Irdi Jacobsen.

 

Irdi Jacobsen er fyrrverandi borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Hon var vald við seinasta val, í 2016, men fór frá fyri umleið einum ári síðani, tá hon fór í annað starv.

 

 

(Tilvildarlig mynd av facebook-vanganum Tunlar norður um Fjall)