Roykvarnarar kunnu bjarga mannalívi. Teir kunnu eisini spara tryggingarfeløgum nógvan pening. Tí eiga øll at hava áhuga í at hava roykvarnarar í sínum húsum. Hetta heldur leiðarin hjá sløkkiliðnum í Havn, Kartni Jacobsen.
Húsini á Gripsvegnum, sum brendu sunnunáttina, høvdu eftir øllum at døma ongar roykvarnarar, sum boða frá, tá ov nógvur roykur eru í húsunum.
? Eg haldi, at tryggingarfeløgini skuldu kravt av sínum viðskiftafólki, at tey hava roykvarnarar í húsunum, tá tey skriva undir tryggingarskjølini. Antin skuldu fólk fingið teir í hondina, ella kundu feløgini sent menn út at seta teir upp, tí fólk hugsa ofta ikki um slík viðurskifti, sigur Kartni Jacobsen.
Petur á Lava Olsen á Brunaumsjón Landsins er samdur við brandmeistaranum, og hann heldur, at vit áttu at farið undir eitt átak, har fólk vórðu mint á tað alneyðuga í at hava roykvarnarar.
Spurningurin er, um hetta ikki áttið at verið lógarkrav. Kartni Jacobsen vísir tó á, at hetta hevði kravt av myndugleikunum, at teir høvdu eftirlit við, um fólk í veruleikanum hava roykvarnarar.
? Eg rokni við, at tryggingarfeløgini høvdu spart nógvan pengin, um tey høvdu kravt av tryggingartakaranum, at hann hevði roykvarnarar í húsunum. Tí hevði eitt slíkt tiltak eisini tænt teirra áhugamálum, sigur Kartni Jacobsen.
Tekur undir
Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur, tey altíð mæla fólki til at hava roykvarnarar í sínum heimum, tí hetta kann bjarga mannalívum. Tað kann samstundis spara teimum pening, um fólk varnast eldsbrunar fyrr.
? Vit havaætlanir um at hava roykvarnarar tøkar, sum vit kunnu geva viðskiftafólki, ið støkka inn á gólvið, sigur Mortan Poulsen. Tað er síðani ábyrgdin hjá fólki at fara heim og seta varnaran upp.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur harumframt á hvørjum ári eina lýsing í fjølmiðlum, har heitt verður á fólk um at skifta battaríini í roykvarnarunum.
Vinnukundar hjá felagnum verða tó kannaðir á hvørjum ári, um teir hava hesi viðurskiftini í lagi. Hetta er tó ikki galdandi fyri húsarhald.