Royn teg sum J-Lo í Yndi

Forkunnugt høvi at royna seg innan dans verður sunnudagin í Yndi Fitness.

Klokkan fýra sunnudagin verður eitt øðrvísi tiltak á skránni hjá Yndi Fitness í Tórshavn. Tá verður høvi hjá at royna seg innan modernaðan dans, kvinnuligan hiphop dans og sokallaðan eksperimenerandi hiphop dans.

 

Tað vera dansisnillingarnir, Diana J. Hansen og Rúna V. Højgaard, sum báðar hava nomið sær dansiútbúgvingar í Keypmannahavn, ið koma at undirvísa.

 

- Modernaður dansur hevur sín tekniska uppruna úr klassiskari ballet. Tó er rørslumynstrið heilt øðrvísi. Ofta verður modernaður dansur bygdur upp sum antin kenslur, eitt evni, eina søga ella annað. Teymarnir eru púra fríir, í mun til allar reglurnar sum vanliga eru galdandi innan fyri ballettina, sigur ein av fyriskiparunum.

 

Eisini verður forkunnugt høvi at royna seg innan sjáldsamari dansigreinar, sum fyrireikararnir rópa ‘girly hiphop’.

 

- Girly hiphop er tá man blandar hiphop dans við meira kvinnuligum rørslum. Í 1990unum gjørdist hiphop-dansur meira ‘mainstream’ umvegis songkvinnur sum Janet Jackson og Jennifer Lopez. Vit gleða okkum at royna dansirnir við føroyingum, siga tær.

 

Tær leggja dent á, at dansiverksmiðjan er fyri roynd sum óroynd, ung sum gomul, konufólk og mannfólk ella okkurt heilt annað, sum tær málbera seg.

 

Til ber at kunna seg nærri um dansiverksmiðjuna her