Royn teg sum ummælara

Hvørja viku fram til jóla fer Bókasølan at luta eitt gávukort burtur áljóðandi 300,00 kr
Tey, sum hava hug at vera við í kappingini, skulu skriva eitt ummæli av eina bók, sum er at finna á heimasíðuni hjá Bókasøluni, www.bokasolan.fo
Ummælið nýtist ikki at vera langt, tað veldst ikki um longd, men heldur um góðsku. Tað verður onkuntíð sagt, at eitt gott ummæli kann skrivast við 200 orðum. Ummælið skal vera sakligt, og kann verða lagt út á heimasíðuna hjá Bókasøluni til onnur at lesa. Tú kann eisini geva bókini karakter: besti karakterur er 6 stjørnur, og tann vánaligasti er ein stjørna.
Soleiðis gert tú fyri at verða við í kappingini:
1) Finn bókina fram við leitiskipanini á heimasíðuni.
2) Trýast á slóðina: Skriva ummæli
3) Eitt skema kemur á skíggjan, har tú skrivar ummælið í.
Fyri at tað skal vera lætt, greitt og skjótt hjá Bókasøluni at handa vinningarnar til røttu vinnararnar er sjálvandi neyðugt eisini at skriva fornavn, eftirnavn, bústað, - og helst eisini telefonnummar og teldupostadressu.
Síðini er bara at trýsta á slóðina Send til Bókasøluna, og tú ert við í lutakastinum.
Er okkurt ivamál, kanst tú senda Bókasøluni ein teldupost á [email protected] og tey svara skjótast gjørligt.
Nú fáa øll høvi at royna seg sum ummælarar á www.bokasolan.fo og samstundis verða við í lutakasti um gávukort