Royna aftur

Í gjár settust umboð fyri teir stríðandi partarnar í Sri Lanka við samráðingarborðið fyri at finna eina friðarliga loysn á ósemjuni millum myndugleikarnar í Colombo og teir tamilsku uppreistrarmenninar har norðuri í landinum.
Samráðingarnar hesaferð eru í Tokyo, og japanska stjórnin hevur lovað pørtunum munandi fíggjarligan stuðul, kunnu teir semjast um frið. Noreg hevur havt ein virknan lut í friðarroyndunum í Sri Lanka, og eisini hesaferð er Noreg umboðað við samráðingarborðið.
Stríðið millum stjórnina og teir tamilsku uppreistrarmenninar hevur vart við í 30 ár, og hildið verður, at meiri enn 60.000 fólk eru deyð í bardøgum hesi árini.