Royna at fáa kabalina at ganga upp

Í gjár skrivaðu vit, at seinasti talulærarin í Tórshavnar Kommunu nú fer at leggja frá sær vegna ov stóra arbeiðsbyrðu. Tað eydnastði okkum ikki at fáa viðmerking frá landsstýriskvinnuni í undirvísingar- og mentanarmálum í gjár, men í dag gekst betri.
? Tað er ikki til at liva við, at ongin talulærari er til alt smábarnaøkið í høvuðsstaðarøkinum, og tí verður málið tikið upp, har tað verður farið inn og hugt eftir raðfestingini av pengunum hjá Sernámsdeplinum, sigur Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í undirvísingar- og mentanarmálum.
Landsstýriskvinnan heldur, at tað er ov lætt at beinanvegin skjóta skyldina yvir á politikararnar, og tí vil hon fyrst hyggja, hvussu pengarnir á stovninum verða raðfestir, og um stovnurin veruliga hevur tørv á meira pengini.
? Eg haldi ikki, at loysnin til alt er at geva meira pening, og tí er tað týdningarmikið at fáa at vita, hvussu peningurin verður nýttur.
? Sernámsdepilin fær eina játtan, sum tey skulu umsita, og tað er har eg ætli mær at vita, hvussu raðfestingin er, og harvið vita, um tað ber til at fáa kabalina at ganga upp.
Annlis Bjarkhamar slær tó fast, at tað nýtist als ikki at vera nakað galið við raðfestingini, men hon er sannførd um, at ein eigur fyrst at hyggja eftir, hvagar peningurin fer.