Royna at fáa onkur flogfør afturat

Tað lætti eitt sindur í Vágum. Eitt flogfar er lent og eitt annað er á veg

Tað eydnaðist flogfarinum, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í morgun, at seta seg í Vágum .

 

Tað varð annars sent til Egilsstaðir tí líkindi vóru ikki í Vágum, men eftir døgverða varð ein roynd gjørd afturat og tað eydnaðist flogfarinum at seta set klokkan 14.

 

Rasmus Niclasen hjá Atlantsflogi, sigur, at tað flogfarið fer niður aftur til Keypmannahavnar beinanvegin og roynir at koma upp aftur við fólki í kvøld.

 

Tað ferúr Keypmannahavn klokkan 19.30 danska tíð og verður eftir ætlan í Føroyum klokkan 21.

 

Spurningurin er so um hann verður standandi, ella um hann fer niður aftur, støða er ikki tikin til tað enn.

 

Hann sigur eisini, at eitt flogfar, sum skuldi koma úr Aalborg fyrr í dag, er farið á flog og væntast um ein tíma.

 

Eydnast tað tí flogfarinum at lenda, fer tað avstað aftur til Billund við ferðafólki.

 

Rasmuns Niclasen sigur, at fyribils standa avlýsingarnar í kvøld við, tí líkindini eru so ivingarsom.

Men annars koma nýggj boð klokkan 16.15.