Royna at finna eitt lívstekn frá Elsu

Løgreglan leitar framvegis eftir Elsu Susan Danielsen í Havn, sum ongin hevur sæð síðani stutt fyri klokkan 23í gjárkvøldið.

 

Løgreglan sigur, at fyribils er tað løgreglan sum er við í arbeiðnum.

 

Vit royna at finna eitt lívstekn frá henni fyri at fáa eina hóming av, hvørji pláss, vit skulu leggja dent á at leita í. Men eydnast tað ikki, seta vit eina leiting av álvara í verk, sigur løgreglan.

 

Tað var í morgun, at løgreglan í Havn lýsti alment eftir 46 ára gomlu Elsu Susan Danielsen.

 

Tað einasta, løgreglan veit, er, at hon varð sædd á Cafe Natúr í Havn klokkan 21 í gjárkvøldið og við Glitnir fyri klokkan 23.

 

Hon hevur kommunulitt hár, er einar 160 cm. høg, kløn, gongur framyvurboygd og roykjur illa.

 

Seinast hon var sædd, var hon í hvítum buksum, ljósari blusu og í tunnum, myrkum, stuttum, dýnjakka.

 

Avvarðandi hava ikki havt samband við hana, síðani tey høvdu telefonsamband við hana umleið klokkan 23 í gjárkvøldið.

 

Veit nakar nakað um Elsu eftir hettar, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við løgreglula á telefon: 35 14 48.