Í tí nýggja vakstrar- og menningarætlanini fyri fiskivinnuna, hevur danska stjórnin sett 10 milliónir av, sum yngri fólk, ið ynskja inn í fiskivinnuna, kunnu søkja um at fáa ein part av.
Tað skrivar Miljø- og Fødevarestyrelsen á heimasíðu síni.
Ráðharrin í fiskivinnumálum, Esben Lunde Larsen, sigur, at fyri at hjálpa yngri fólki at fáa fótafesti í vinnuni, vil danska stjórnin rætta eina hjálp.
Hvør einstakur kann søkja um í mesta lagið 500.000 krónur, ið skal nýtast til at gera íløgur reiðskap og annað, ið skal til fyri at kunna fara til fískiskap.
Umsøkjarar mugu verða undir 40 ára aldur.
Hetta er ein liður í royndini hjá donsku stjórnini at fremja eitt ættarliðsskifti í donsku fiskivinnuni. Miðalaldurin í donsku fiskivinnuni, var í 2016 57 ár.