Royna at gera tað betri

Undanfarna kappingarár vóru VB-kvinnurin ofta væl við í dystinum, men alt ov ofta kláraðu tær ikki at fylgja við móti endanum

Seinastu árini hevur tað verið upp og niður við hondbóltinum suðuri í Vági. Onkuntíð hava tær verið heilt frammi í toppinum, og tað einu ferðina skuldi brotskastskapping til, áðr-enn neistakvinnurnar fóru avstað við gullinum.

Seinasta ár var tó ongantíð talan um nøkur heiðursmerki til vágskvinnurnar, og komst hetta aloftast av, at hópurin var ov tunnur. Onkuntíð var so illa statt við fólki, at bert ein skiftisleikari var á beinkinum, og hevði hetta sjálvandi við sær, at einstøku leikararnir ikki fingu nóg mikið av hvíld ígjønum dystin, og so at siga onga orku høvdu eftir, tá dysturin fór at halla.

Heilt eiðasørt er tó ikki við fólki, men fyri at manna bæði liðini, sum felagið hevur, í teimum báðu bestu deildunum, er neyðugt við nógvum fólki.


Nýggjur venjari

Vágbingar hava í ár leita sær uttanlanda eftir venjara, og hevur hetta givið tað úrslit, at Regina Rado, sum einans er 23 ára gomul, er sett til at taka sær venjingini hjá liðum felagins.

Regina er sum nevnt 23 ára gomul, og kemur úr Ungarn, har hon áður hevur leikt við unglingaliðnum hjá stórfelagnum Ferencvaros, áðrenn hon seinastu árini hevur roynt seg sum ungdómsvenjara í Danmark.

Í Vági eru tey sera spent upp á, hvussu nýggi venjarin fer at standa seg, men samstundis gera tey tó vart við, at ikki vilja krevja ov nógv av venjarunum. Onnur lið eru, sum eisini eru styrkt rættuliga nógv, og vit fara ikki á nakran hátt at krevja, at Regina skal geva okkum nakað meistaraheitið, sigur Bogi Mortensen, sum er formaður í hondbóltsdeildini hjá VB.


Meira fólk

Annars heldur Bogi, at tað bara hevur staðið heilt væl til við fólkið til tær venjingar, sum higartil hava verið. Trupulleikin alt seinasta ár tóktist at vera, at breiddin í hópinum var alt ov lítil, og at liðið tískil ikki megnaði at spæla ein heilan dyst við fullari ferð.

Higartil í ár hava verið hampuliga nógv fólk til venjingarnar, og tá núi landskappingin í fótbólti endar, er ivaleyst væntandi, at nakrar fara at leggjast afturat, soleiðis at nóg mikið av fólki verður at manna tey bæði ovastu liðini.

Harumframt verður sjálvsagt altíð vónað, at nakrar av ungu leikarunum fara at bíta seg fastan í hópin, soleiðis at útskiftingin, sum altíð vil verða á einum liði, hendir sumein náttúrlig gongd.


Gott ungdómslið

Júst ungdómurin er nakað, sum tey har suðuri eru sera spent uppá. VB átti seinasta ár føroyameistarnar í gentur 16 ár, og vónar Bogi, at nakrar av hesum kunnu spæla seg upp á besta liðið longu í ár. Onkur teirra hevur longu leikt við bæði U-16 ig U-18 landsliðnum, so at talan er um evnaríkar leikarar er einki at ivast í.

Hinvegin skulu vit vera varin, soleiðis at vit ikki leggja ov tungar byrðar á tær yngru beinanvegin, tí tað er jú ikki ætlanin, at tað eru hesar, sum skulu bera liðið gjøgnum kappingina, leggur Bogi afturat.

Tað átti heldur ikki at verið neyðugt, tí tosar tú um VB í hondbóltshøpi, so tosar tú samstundis um eina rúgvu av gentum, sum bera eftirnavnið Krosslá, og tær eru sanniliga ikki hvør sum helst í føroyskum hondbólti.

Afturat teimum eru sjálvsagt eisini fleiri aðrir dugnaligir leikarar, sum so samanumtikið má sigast, at VB liðið í hvussu so er hevur hornasteinarnar í lagi, tá liðið skal setast. Hvussu langt hetta kann bera, ber illa til at siga nú, áðrenn nakar dystur er leiktur, men ivaleyst kunnu VB-kvinnurnar geva fleiri av hinum liðnum ein skarpan gang.

Í hvussu so er á heimavølli, har tær altíð verða væl stuðlaðar av øðrum vágbingum, og har útiliðini veruliga merkja, at her er tað eingin, sum kann taka 2 stig fyri givið, áðrenn farið verður á vøllin. Spennandi verður undir øllum umstøðum at fylgja við, um vágskvinnurnar megna at betra um úrtøkuna í mun til seinasta ár.