Seinasta ár var fyrsta kappingarárið hjá samansetta liðnum úr Gøtu og Runavík, og hóast úrslitini ikki vóru so nógv at reypa av, so eru tær aftur í ár síggja í bestu deildini.
Kvinnuhondbólturin hevur heldur ikki verið tað, sum hevur staðið fremst á skránni hjá runavíkingunum og gøtufólki seinastu árini, og samanleggingin seinasta ár varð helst eisini gjørd út frá teirri sannroynd, at skuldi hondbóltinum vera lív lagað, so einasta gongda leið at samstarva við grannarnar.
Samanleggingin hevur nú eitt ár á baki, og mett út frá tí ungdómsarbeiði, sum skjøtul nú verður settur á, so verður hetta ivaleyst eitt lið, sum í framtíðini kann gera meira vart við seg enn higartil.
Fyri at ungdómurin skal hava eitt lið at koma upp til, er tó helst eisini neyðgut at verða við í fremstu røð, og útlitini her eru kanska ikki so galin, sum onkur vil gera tey til. Nakað av fólki er, sum tekst við hondbólt, og hóast úrtøkan ikki var so góð seinasta ár, so eru tær framhaldandi við í fremstu røð, og so leingi sum dystirnir ikki eru leiktir, so hava øll liðini sama møguleika at vinna.
Nýggjan venjara
Seinasta ár var havnarmaðurin Sverri Jacobsen venjari hjá GÍ/Tjaldur, men í ár hevur hann tikið við aðrari uppgávu í felagnum.
Ætlanin var at Jens Martin Knudsen skuldi venja kvinnur felagsins, men í løtuni tykist hetta vera eitt sindur ivasamt, so fyri fyrst er í øllum førum líkt til, at Ingvard Lamhauge hevur átikið sær hesa uppgávu. Tó er heldur ikki víst at hetta er nøkur endalig loysn, men hetta fæst vónandi greiða á, innan alt ov long tíð er fráliðin.
Stórt ungdómsarbeiði
Sverri Jacobsen skal nú taka sær av ungdómsvenjingini í felagnum, og er øll orsøk til at fegnast um hetta stigið, sum vónandi kann viðføra at Runavíkin og Gøta í felag, kunnu verða við til at mynda føroyskan hondbólt í framtíðini. Fólkagrundarlagið átti í hvussu so er at verið til staðar, og báðar kommunurnar hava longu prógva at tær væl kunnu vera við á fleiri økjum.
Tað kann tó kanska tykjast sum um, at við tað at bæði fótbóltur, fimleikur og kappróður hava verið somikið væl umboð í hesum kommunum, hevur hondbólturin seinastu árini verið við sviðið soð.
Møguliga er hetta eisini so, ella møguliga er talan bert um tilvild, men í øllum førum hava tey ikki fingið eins nógv burtur úr í hondbóltinum, sum í áður nevndu ítróttargreinum seinastu árini.
Sverri hevur drúgvar royndir innan føroyskan hondbólt, og hevur hann ivaleyst nógvan lærdóm at geva frá sær, so ikki kann sigast annað enn, at nýggja felagið hevur fingið fatur á einum sera dugnaligum venjara, sum tey vónandi koma at fáa stóran ágóða av.
Eingin nýggjur leikari
Tær, sum fara at manna samansetta liðið í ar, vera so at siga tær somu, sum vóru at síggja seinasta kappingarár. GÍ/Tjaldur hevur sostatt ikki gjørt eins og fleiri av hinum feløgunum, sum hava leitað sær út um landoddarnar eftir styrki. Við tað at felagið er somikið nýtt, er helst eisini best, ikki at taka nøkur óráð fyri, soleiðis at felagið fær eina fíggjarliga byrðu, sum tað ikki er ført fyri at bera.
Heldur ikki er nøkur tilgongd úr øðrum føroyskum feløgum, og tá toppskjúttin frá seinasta ári, Beinta Joensen, ikki er tøk í løtuni, kann tað tykjast sum um liðið fær ilt við at klára seg.
Hinvegin hava tær, sum eftir eru, eitt ár meira á baki, og tí kann eisini væntast, at tær betur megna at standa seg í kappingini.