Royna at hjálpa nærumhvørvinum

Nógv foreldraleys afturat í nærumhvørvinum um barnaheimið hjá ABC barnahjálpini í Liberia, sigur Rúna Sivertsen.

Rúna Sivertsen, leiðari á ABC barnahjálpini, sigur, at inntøkurnar frá tombolasøluni nú um dagarnar, fer til at hjálpa nærumhvørvinum um barnaheimið hjá ABC barnahjálpini í Liberia.

 

Í farnu viku var talið av deyðum av ebola í Libera 2.458 og svarar tað til yvir helvtina av øllum teimum, sum eru deyð av ebola í ár. 

- Nógv eru deyð í økinum kring barnaheimið, so neyðin er ógvuliga stór. Har eru nógv børn afturat vorðin foreldraleys, sigur Rúna Sivertsen.

 

Hon greiðir frá, at úr Føroyum royna tey at veita teimum á barnaheiminum ráð um, hvussu tey skulu bera seg fyri ikki at smittast.

- Vit eggja teimum til at halda seg inni á heiminum í so stóran mun sum gjørligt. Onkur starvsfók eru tó, sum ikki búgva á húsinum og tí ferðast ímillum, meðan onkur fyrrverandi búfólk eisini hjálpa til tiltíðir. Tískil er altíð ein vandi fyri, at smittan verður borin inn í húsið, sigur Rúna Sivertsen.

 

Rúna Sivertsen sigur, at tað letur til, at hungur fer at raka landið nú, omaná farsóttina. Tískil er tað alneyðugt at kunna veita teimum fíggjarligan stuðul.

 

Rúna Sivertsen sigur eisini, at vanliga eru umboð fyri ABC úr Føroyum og vitja í Liberia nakrar ferðir árliga, men at tað er naka síðani, at nakað føroyskt ferðalið hevur verið har niðri.

- Vit skuldu fara í mai mánaði, men tá var ebolafarsóttin longu farin at herja, og vit hildu tað tí ikki vera ráðiligt at fara. Tíverri hevur farsóttin drigið út og tískil dregur eisini næsta vitjanin nakað út, sigur hon.

 

Tað er í døgunum 16. til 18. oktobur, at ABC barnahjálpin, í hølum sínum í Klaksvík, skipar fyri tombola til frama fyri børn og familjur í Liberia, sum eru rakt av ebola.