Fleiri av íðkarunum á landsliðnum í frælsum ítrótti vera við á Oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð.
Hóast Sam Vang og Cecil Weihe hava runnið í nógv ár, hava teir ikki áður verið við á Oyggjaleikum, og harafturat eru eisini tvey heilt nýggj andlit millum tey 11 fólkini, sum umboða Føroyar í teimum frælsu ítróttargreinunum.
Jóan Karl Joensen er ein ungur rennari, sum hevur vunnið onkra Grand Prix kapping fyri tey ungu. Hann fer at royna seg á teimum millumlongu teinunum ? í 800 metrum og 1500 metrum ? og møguliga hevur hann ein kjans.
? Hesar kappingarnar eru sera nógv merktar av taktikki. Um tað ikki verður runnið so skjótt, og Jóan Karl kann verða við í spurtinum, so veit mann ongantíð, hvat kann henda. Men verður hinvegin runnið skjótt allatíðina, og teir bestu leggja harðliga fyri, so kann tað verður trupult hjá honum, sigur Sølvi Reinert Hansen, sum er formaður fyri sersambandið Frælsur Ítróttur Føroya.
Rógvi Højgaard er ein ungur spjótkastari, sum Heri Ziska hevur verið venjari hjá, og hann sleppur av álvara at royna seg í Hetlandi.
Kend andlit
Tað eru eisini fleiri kend andlit á landsliðnum í frælsum ítrótti. Rennararnir Hallur Holm, Guttorm Sørensen, Rigmor N. Arge og Heini Hátun, sum eisini varpar kúlu, hava verið við áður, og tað hava eisini Randi Kúrberg og Heri Ziska verið.
Heri Ziska er tann einasti av teimum 11, sum skal verja eitt gullmerki frá seinastu Oyggjaleikunum. Hetta gullið vann hann í diskos.
? Vit royna at hava nøkur roynd ítróttarfólk við, sum kunnu vinna heiðursmerki, men vit royna eisini at seta nýggj fólk við, sigur Sølvi Reinert Hansen um landsliðið í frælsum ítrótti.
Vónirnar til heiðursmerki verða serliga lagdar á herðarnar á Hera Ziska, Rigmor N. Arge og Hallur Holm.