- Vit mugu bara liva við skránni hjá okkum. Í dag eydnaðist tað eisini at vinna, hóast AB vóru rættilig væl við í seinna hálvleiki, segði Jógvan Martin Olsen eftir dystin.
- Vit máttu eisini syrgja fyri at spara onkrar leikarar, og tað var eisini rættiliga riskerligt at skifta Andreas og Súna út, men vit skulu spæla ímóti B68 skjótt, so mann má brúka høvdið við hvørt, staðfesti Jógvan Martin Olsen.
Hann vísti eisini á, at Finnur Justinussen hevur verið nógv verdur fyri liðið higartil í ár.