- Vit eru her fyri at fráboða, at irakska flaggið fer skjótt aftur at veittra yvir Fallujah.
Tað segði Haider Al-Abadi, irakski forsætisráðharrin, á tíðindafundi, nú stjórnarherurin er farin í holt við at vinna býin aftur, ið islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hertók í januar 2014.
- Í dag fara vit at ríva niður svørtu fløggini hjá hesum vanvirðisligu fremmandafólkunum, ið hava stolið okkara kæra bý. Tíðin er komin at seta Fallujah í frælsi og vit fara at sigra. ISIL hevur ongan annan møguleikan enn at rýma.
Um vikuskiftið heitti irakski herurin á íbúgvarnar um at rýma úr býnum ella heysa eitt hvítt flagg, so tey ikki lógu eftirá tá bardagarnir byrjaðu. Mett verður at umleið 75.000 íbúgvar eru fangaði í býnum.
Reuters tíðindastovan veit eisini at siga, at 20 familjur royndu at rýma úr býnum, men vórðu dripin av IS ella vegbumbum.
Fallujah er ein av størstu og týdningarmestu býunum, ið IS hevur vunnið tamarhald á, og liggur býurin einans 50 km vestanfyri Baghdad. Býurin er eisini tann fyrsti býurin, ið IS hertók í Irak.