Arkitektakapping
? Ístaðin fyri at taka skúlan burturúr lendinum, er hann feldur inn í tað.
Tað var tann grundleggjandi tankin hjá teimum fýra arkitektunum, Árna Winther, Rúna Abrahamsen, Páll Lave og Pauli Dam Joensen, tá ið teir settust við tekniborðið at tekna nýggja miðnámsskúlan, sum ætlanin er at byggja í Vági.
Í september útskrivaði Mentamálastýrið projektkapping um at gera uppskot til tann nýggja miðnámsskúlan, sum skal byggjast í Vági.
Dómsnevndin fekk 12 uppskot at velja ímillum og henni dámdi uppskotið hjá teimum fýra arkitektunum so væl, at teir vunnu kappingina og fingu 1. virðislønina upp á 100.000 krónur.
Dómsnevndin sigur, at uppskotið, sum vann, er vakurt framlagt, og er bæði einfalt og sermerkt ísenn Tað er eitt sterkt hugskot í skapi og innihaldi og hevur eina skipan, sum er ógvuliga greið og samstundis gevur ríkar og fjølbroyttar byggilistarligar upplivingar.
Atgongdin og tilkoyringin til skúlan er natúrliga lagt á slættara partin av grundstykkinum, omanfyri húsið og tað víkir frá øðrum uppskotum.
Tó heldur nevndin, at vegurin kann vera trupul at gera, men hon heldur eisini, at hann kann leggjast øðrvísi, uttan at nerva heildina munandi.
Úr erva slepst inn í húsið, tvs, at inngongdin er niður í húsið ígjøgnum eina forhøll í tveimum hæddum, sum greitt býtir frá tey høli, sum skulu brúkast til almenn endamál hjá øðrum enn skúlanum sjálvum.
Dómsnevndin heldur kortini, at inngongd eigur at vera úr neðra eisini til tey, sum eru til gongu.
Nevndin hugsar eisini um aðrar broytingar, sum hon skal tosa við arkitektarnar um, kemur tað hartil,at skúlin verður bygdur.
Men høvuðsætrlanin er væl førd ígjøgnum og gevur eitt tvíbýti innan, greitt skilt sundur soleiðis, at spennandi, rúmligir mótsetningar møtast við einum ovara parti, sum hevur ljós úr erva. Hesin partur er lagdur inn í lendið.
? Bygningurin er væl skipaður og rúmliga samansetingin framútskarandi. matarhøllin við útiøki er einastandandi væl løgd.
Ikki roynt fyrr
Verður skúlin bygdur verður talan um byggilist, sum er nýggj í Føroyum.
? Ístaðin fyri at taka seg burturúr lendinum, er bygningurin feldur inn í lendið, sigur Gunnar Hoydal, sum var skrivari hjá dómsnevndini.
Hetta er gjørt á ein hátt, sum ikki er roynt fyrr í Føroyum.
Tað sæst aftur í bygningunum, tí framsíðan á húsinum er ikki stór. Hinvegin eru nógv høli í skúlanum bygt inn í lendið, niðaneftir, har ljósið kemur niður úr erva ígjøgnum vindeygu í loftinum.
Umframt at vera miðnámssskúli, skal hann eisini hava skeiðstilboð til stóran part av fólkinum. Hann hevur bæði matarhøll og samkomuhøll, so at tað ber til at hava mentanartiltøk av alskyns slagi í honum.
Í samstarvi við kommuna, verður eisini bókasavn í skúlanum.
Óli Holm, landsstýrismaður sigur byggingin byrjar komandi ár og at hann verður liðugur í 2005.
Talan er um ein bygning av træi, gróti, flagi og glasi, er er kent byggitilfar í Føroyum, í hesum førinum tó lagt í ein nýmótans bygning.
?Vit eru samdir um, at tað gamla er gott og at tað vilja vit varðveita, segði Árni Winther, tá ið hann fekk virðislønina vegna teir fýra arkitektarnar, sum vunnu.
Men hann legði afturat, at tað er ikki altíð at vit hugsa so nógv um, at tann arvur, vit lata eftirkomarum okkara, er tað, sum teir skulu stríðast ta næstu øldina.
Tí helt hann, at tað hevur stóran týdning, at hugsa um, at tað, vit lata úr hondum, eisini skal vera til gagns hjá teimum, sum eftir okkum koma.