Royna nakað nýtt á páskastevnuni

Aftur í ár verður páskastevna í Siloa og á Kambsdali í stillu viku. Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum, sum verða frá skírhósdegi 29. mars til  páskadag 1. apríl.

 

Møtini skírhósdag og langa fríggjadag verða í Siloa kl. 18.

 

Skírhósdag tala Páll á Lakjuni, Marita á Lakjuni og Arni Zachariassen.

 

Langa fríggjadag tala Noomi Gregersen og Poul Jóhan Djurhuus. Eisini luttekur Siloakórið.

 

Langa fríggjadag kl. 21 verður ungdómsmøti í Siloa. Símun Absalonsen talar.

 

Leygardagin verður farið á Kambsdal.

 

Sum nakað nýtt verða fimm forvitnisligir áhugatímar í Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tímarnir vera kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.

 

Áhugatímar:

•           “Uppliva menniskju Jesus trúfastan?" - Jógvan Zachariassen

•           "Rættvísi - at gera rætt" - Hanna Vang

•           "At vera leiðari á Zarepta" - Zarepta

•           "At síggja persónin í demensinum og vera avvarðandi" - Róland í Skorini

•           "Tikin av sjórænarum" – samrøða við Jógvan Páll Sevdal

 

Leygardagin kl. 20 verður møti í Ítróttarhøllini á Kambsdali, Anita Tausen, Synnøve av Rana og Jákup Hansen tala. Sangbólkurin Døgg úr Betesda luttekur.

 

Ungdómsmøti verður kl. 22. Klæmint Eliasen talar.

 

Páskadag er familjumøti kl. 12. Sharon Ellingsgaard og Oddur á Lakjuni tala.

 

Kl. 14 verður møti við breyðbróting, Jógvan Zachariassen talar.

 

Máltíð verður millum møtini kl. 13.15

 

Kl. 14 verður eisini sunnudagsskúli í Miðnámsskúlanum.

 

Endað verður páskadag kl. 19 við konsert við M. C. Restorff, Siloakórinum, Daniu Tausen og T.O.S. í Høllini á Kambsdali.

 

Skráin sæst á www.hebronleirvik.org og á Facebook, www.facebook.com/events/2020747058204899/