- Ein royndarverkætlan við framkomnari battarískipan fer í gongd í næstum í Vestmanna. Verkætlanin skal vísa, um sjóvarfalsorka saman við framkomnari battarítøkni kann avloysa el-framleiðslu við olju og slóða fyri framtíðarútbygging á útoyggj, bæði í Føroyum og uttanlands.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Tað er svenska fyritøkan Minesto, ið hevur sítt føroyska høvuðssæti í Vestmanna, sum er farin undir hesa nýggju royndarverkætlan saman við SEV, fyritøkuni Capture Energy og svensku umhvørvisstovuni, IVL.
Sagt verður, at skipanin sameinir ein sjóvarfalsdreka frá Minesto, eina 1,2MW/2MWh battarískipan (gridforming BESS) frá Capture Energy, saman við einari stýrisskipan (Capure Controller), sum skal tryggja støðuga og álítandi orkuveiting.
- Leikluturin hjá SEV í verkætlanini er sum brúkari av skipanini, og hareftir at eftirmeta møguleikan at brúka skipanina í eitt nú Fugloy, Skúvoy og Mykinesi.
Svenska umhvørvisstovan (IVL) fer at veita serkøna greining av møguligum umhvørvisárinum av skipanini. Verkætlanin er stuðlað av svenska orkumyndugleikanum við 25 milliónum svenskum krónum.
- Battarískipanin fer at standa Inni á Fjørð í Vestmanna á leiguøkinum hjá Minesto, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.











