Leygardagin klokkan 17 spæla Gibraltar og Føroyar á øðrum sinni ein altjóða skrásettan landsdyst móti hvørjum øðrum. Seinast var 1. mars í 2014 tá Føroyar vunnu 4-1 á sama leikvølli sum vit skulu spæla á í morgin, Victoria leikvøllurin í Gibraltar.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 16.
Tað kvøldið í 2014 skoraði Christian Lamhauge Holst tvey mál, og Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson eitt mál hvør. Fram til 5-1 sigurin á Liktinstein á Tórsvølli í fjør var talan um størsta føroyska landsliðssigurin nakrantíð.
Fýra veddingarfyritøkur sum bjóða odds uppá dystin hella til ein føroyskan sigur, men talan er ikki um ein stóran føroyskan favorittleiklut. Tey oddsini síggjast her:
##med2##
Royndi áleyparin hjá Gibraltar, Lee Casciaro sum hevur verið við á liðnum síðani Gibraltar fekk altjóða viðurkenning í 2014 heldur, at Føroyar eru eitt betri lið enn Grenada sum Gibraltar møtti á Victoria leikvøllinum farna mikukvøld. Tann dysturin endaði við javnleiki 0-0. Lee Casciaro sigur, at hann og liðfelagarnir vóna at fáa ein góðan dyst og eitt gott úrslit móti Føroyum, og teir fara at leggja ein taktikk fyri at røkka tí málinum.
Lee Casciaro er eisini áleypari hjá Lincoln Red Imps, ið vann seg í Europa Conference League bólkaspælið farna heyst. Teir taptu allar seks dystirnar í bólkaspælinum móti FCK, PAOK og Slovan Bratislava, men gjørdu sær ikki fyri skommum.
HER ber til at síggja og hoyra eina stutta samrøða við Lee Casciaro, ið fótbóltssambandið í Gibraltar hevur gjørt:
##med3##