Fótbóltur
Árini 1998 til 2001 var Alex McLeish nevnliga venjari hjá skotska Hibernian. Fyrsta árið tók hann um stýrisvølin móti endanum av kappingarárinum, og fekk ikki bjargað liðnum undan niðurflyting, men steðgurin í næst bestu deildini varð tó bert eitt ár.
Aftur komin í bestu deildina vildi venjarin millum annað styrkja málverjasessin, og ynskið hjá venjaranum var her føroyski málverjin í Herfølge. Ein áhugi, sum hann í dag váttar var rættiliga ítøkiligur.
- Vit skuldu brúka ein málverja, og ein agentur segði mær, at Jákup var eitt gott boð. Eg havi gott samband við fleiri folk innan danskan fótbólt, og eg spurdi hesi, hvørt talan var um ein málverja, sum vit kundu brúka. Tað mettu tey avgjørt, og alt endaði við, at vit fóru í samráðingar við Herfølge. Teir kravdu tó meira, enn vit høvdu ráð at rinda, og so varð tann handilin av ongum, segði McLeish, tá hann eftir skotsku venjingina týskvøldið varð spurdur um áhugan fyri føroyska málverjanum.
Gyltur møguleiki
Í dag man tann hendingin vera nakað, sum Jákup Mikkelsen hevur lagt aftur um bak. Men just hendingin við Hibernian var ein av fleiri orsøkum til, at Jákup á sumri 2001 gavst í Herfølge. Hann hevði snøgt sagt mist álitið á leiðsluni í felagnum.
Millum annað segði hann soleiðis í opinskáraðum viðtali við Sosialin tann 19. juni í 2001. Eitt viðtal, sum varð gjørt, um sama mundi, sum sáttmálin við Herfølge gekk út.
»- Eg tosaði við ein blaðmann í Skotlandi, sum hevði tosað við Alex McLeish, sum tá var manager í Hibernian. Hann segði seg hava fingið allar lutir í sáttmálatilboðnum at vita, og millum annað hevði eg fingið frían bil og íbúð umframt eina mánaðarløn upp á 100.000 kr. netto. Eg tosaði síðani við Kenneth Wegner, sum var stjóri í Herfølge, men hann tvíhelt um, at teir einki høvdu hoyrt frá nøkrum.
- Eg helt hetta vera eitt sindur løgið, tí tað stóð eisini at lesa á tekstvarpinum, men tað var ikki fyrr enn eg tosaði við Faxe, tá vit samráddust seinast, at eg fekk at vita, hvat veruliga var farið fram. Hann segði mær, at Hibernian vóru til reiðar at rinda 2 milliónir, og tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt at vita seinni.
- Seinni hetta árið spurdi Wegner meg, um eg møguliga hevði havt áhuga í at komið til FCK, og eg svaraði tá ja. FCK og Herfølge fóru tá í ítøkjuligar samráðingar, har FCK vildi lata 2,5 mió.kr. Herfølge royndi – við at nýta boðið hjá Hibernian á 2 mió.kr. – at trýsta prísin upp, og alt endaði við, at FCK ístaðin keyptu Michael Steensgaard heim úr Onglandi fyri 2,7 milliónir«