Nógv fólk hava verið í Havnini um ólavsøku, men hóast nógv full fólk, so boðar løgreglan frá eini friðarligari tjóðarhátíð.
- Ólavsøkan hevur verið stak, stak friðarlig. Samarittarnir hava tikið sær av fullum fólkum, tosa við tey, og hjálpt teimum, tá tørvur hevur verið á tí. Av tí sama hevur ongin teirra verið her hjá okkum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini og leggur aftrat.
- Samarittarnir skulu hava eina stóra tøkk fyri teirra arbeiðið.
Løgreglan hevur tó ikki heilt arbeiðsleys. Í morgun klokkan sjey fangaði løgreglan ein ungan mann, ið hevði koyrt undan løgregluni á motorcross í Havn. Tá hevði viðkomandi roynt at sloppið undan løgregluni í ein hálvan tíma, men mátti geva skarvin yvir við Hoyvíksvegin.
Viðkomandi verður skuldsettur fyri at royna at rýma undan løgregluni, og fyri at koyra ávirkaður.