Royndi at smugla brennivín í kikara

HM 2022: Øl og brennivín er bannað á leikvøllunum í Katar, men tað hevur ikki steðgað áskoðarunum at royna at smugla

Ein áskoðari hjá Meksiko royndi til dystin týsdagin móti Póllandi, at smugla brennivín inn á leikvølli í Katar í einum kikara. Eitt sjónbandabrot á sosialu miðlunum vísir, at tríggir vaktir kanna kikaran nærri, fyri síðani at finna út, at talan er um eina lummafløsku við brennivíni.

 

Søgan hevur vunnið fram, tí myndugleikarnir í Katar valdu at bannað allari øl sølu kring vøllirnar í Katar stutt undan HM-endaspælinum. Fleiri viðhaldsfólk hava víst sína ónøgd, og fortelja altjóða miðlum sína søgu.

 

Á eini sjónbandaupptøku, sum flestu av altjóða miðlunum hava víst til, verður ein meksikanskur fjeppari í grønum, hvítum og reyðum parykki steðgaður. Trý vaktarfólk kanna mannin nærri. Ein teirra hevur frænir av, at alt ikki er sum tað sær út.

 

Hann hyggur nærri at kikaranum og skrúvar upp á styrkina, tá hann sær at talan er um ein propp. Hann luktar til proppin og gevur tekin til hinar um, at talan er um løgur, ið ikki skulu inn leikvøllin. Søgan sigur, at kikarin bleiv tikin frá meksikanska viðhaldsmanninum.

 

Sjónbandabrotið sæst á Twitter við at trýstaHER