Í dag klokkan 15.00 verður flaggdagurin hildin í Vági, eins og aðrastaðni kring landið. Dennis Holm, borgarstjóri, heldur flaggrøðuna.
Vanligt er at skipa fyri flaggdagshaldi í Vági.
Tað er skótaliðið Royndin, ið skipar fyri árliga flaggdagshaldinum, eins og Royndin vanliga eisini skipar fyri grækarimessuhaldi.
Skótaliðið Royndin er ikki millum størstu skótalið, men hinvegin millum tey gomlu, ið hava sítt virkna lív, har virksemið fevnir um vanligt skótalív við legum, túrum og ikki minst tað at halda og reka egið skótahús.
Flaggdagshaldið í Vági klokkan 15.00 í dag verður á økinum við minnisvarðan, og kirkjukórið Ljómur luttekur, sum vanligt, við sangi.