Fimm leikarar eru við í leikinum Afturgongur, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag nú er farið undir at venja. Talan er um fimm leikarar, sum allir hava fitt av royndum á palli.
Adelborg Linklett er helst mest royndi leikarin av teimum fimm, men eisini Suni Svabo Samuelsen, Jógvan Brim Joensen, Bjarni Ziska Dahl og Eyð Matras hava spælt nógv sjónleik.
Henrik Ibsen hevur skrivað kenda leikin, sum Turið Sigurðardóttir hevur týtt til føroyskt.
Caroline Zantonique úr Hollandi skal leikstjórna, og Edvard Fuglø skal gera pallmyndir.
Leikurin skal eftir ætlan hava frumsýning í Atlantis í Klaksvík leygarkvøldið 10. mars.