Tað mesta er so upplagt. Soleiðis er tað, tá ið sipað verður til, hvørjir teir ellivu vera, sum landsliðsvenjarin setir í fremstu røð í stríðnum suðuri á Balkan í kvøld.
Klokkan 19.45 fara Føroyar at spæla ímóti Kroatia, og 23. maðurin á vøllinum verður Aliyar Aghayev úr Aserbadjan. Hann hevur verið FIFA dómari síðani í 2013, og 38 ára gamli maðurin verður roknaður at vera í fremstu røð millum FIFA dómarar.
Eyðun Klakstein landsliðsvenjari og hansara menn leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar undan stóru uppgávuni í Rijeka í Kroatia, og liðið sær soleiðis út, sum tað hevur verið roknað við.
Sosialurin skrivar soleiðis í dag:
##med2##
Harvið hevur venjarin lagt dent á at manna verjuna við royndum spælarum. Ivamálini vóru, hvør fór at manna vongverjarnar, og hvør fór at vera fremsti maður.
Tá ið Jóannes K. Danielsen er leikbannaður, var tað neyðugt við nýggjum vongverja í høgru, og til ta uppgávuna hevur landsliðsvenjarin sett René Shaki Joensen heldur enn Jann J. Benjaminsen, sum hevur fingið kjansin onkrar ferðirnar fyrr í ár.
32 ára gamli René Shaki Joensen hevur síðani 2012 spælt 62 landsdystir. Í ár hevur hann bara verið við í tveimum dystum, tí hann hevur verið so nógv skaðadarvaður, men nú er hann komin fyri seg og verður millum teir fyrstu ellivu.
34 ára gamli Viljormur Davidsen hevur spælt 90 landsdystir, og hann verður vongverji í vinstru. Hann er tikin frammanfyri Martin Agnarsson, sum annars hevur staðið seg væl í ár.
Fremsti maður er Meinhard E. Olsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið ógvuliga væl upplagdur og hevur spælt við stórum sjálvsáliti og fínum hugburði.
https://sosialurin.e-pages.pub/titles/sosialurin/2198/publications/2314/pages/16












