Royndirnar á muni

Talan var ikki um nakran framúr góðan fótbóltsdyst, men tvær perlur frá B36 avgjørdu uppgerðina

Silvurdystur var á skránni í Gundadali sunnudagin, tá Skála var á vitjan hjá B36. Talan var um liðini, sum sambært stigatalvuni vóru næst og triðbesta liðið í landinum, men fyri tað nógva var hetta tó trupult at síggja á vøllinum.
Skála mátti til dystir vera tríggjar av vanliga føstu leikaurnum fyriuttan, og tað er einki dulsmál, at serliga var ein dyggur smeitur, at Pauli G. Hansen ikki var tøkur. Uttan hansara evni sum avgjørdi skiparin á liðnum í bæði fram- og aftureftir rættaða spælinum, og ikki minst leið vanliga press-spælið hjá Skála undir hesum.
B36 hevði til dystin umskipað liðið nakað. Partvíst var hetta tvungið, nú Niels Joensen er farin av landinum, men í hansara stað sýndi Klæmint Matras, at hann framvegis hevur evnini sum ein tann besti bóltvinnarin í føroysku kappingini. Í álopinum var ungi Bergur Midjord hesaferð makkarin hjá John Petersen, og ungi leikarin sýndi enn einaferð, at hann avgjørt er ein leikari, sum roknast skal við. Ikki minst er tað ein fragd at síggja, hvussu gott pláss hann ferð eftir ferð skapar sær við fyrstu røringini, umframt at hann eisini hevur ferðina, sum ger, at hann fær nyttu burtur úr hesum.

Tvær perlur avgjørdu
Serliga fyrstu løtuna var tað tó Skála, sum hevði trýstið í dystinum. B36 tóktist hava stóra virðing fyri mótstøðuni, og heldur enn at trýsta, tóktust teir leggja doyðin á kontra-spælið, tó at hetta ikki gav teir heilt stóru møguleikarnar. Yvir høvur var talan um rættiliga fáar slíkar, men ta einu ferðina mátti Magnus Poulsen í B36-málinum tói toyggja seg í fullari longd, tá skot varð latið av niður móti nærmasta stólpa.
B36 hevði eisini hótt nakað, og eitt nú hevði John Petersen stóran møguleika, tá hann varð leiktur nærum leysur, men tað skuldi ein perla av teimum sjáldsomu til, áðrenn hol kom á.
Báður Mortansson, sum ofta hevur byrjað á beinkinum seinastu dystirnar, var hesaferð millum teir fyrstu ellivu, og yvir høvur við góðum úrsliti. Hesaferð fekk hann bóltin úti í høgru, og eftir at hava bandað seg inn móti miðjuni, høgdi hann til við vinstra, og bólturin smoygdi sær inn um stólpan, og so var B36 á odda.
Málið gav árstalsfelagnum meira frið á spælið, og stutt inn í seinna hálvleik tóku teir enn eitt fet móti stigunum. Eftir innkast í vinstru smey Alex dos Santos sær inn millum tveir verjuleikarar, og við annars kalda høgra beininum bankaði hann til móti málinum. Kanska var skotið á leið beint á málverjan, men sveiggið í bóltinum mundi ivaleyst ørkymla Igor, og so stóð 2-0.

Dupult reytt
Og stóð nú illa til hjá Skála, so skuldi støðan gerast munandi verri. Bara tíggju minuttir eftir steðgin mistu teir kanska týdningarmesta leikaran á liðnum, tá Nenad Stankovic fekk reytt kort. Ivaleyst var hann frustreraður av mótgongdini á máltalvuni og hørðu viðferðini, sum hann fleiri ferðir var offur fyri sjálvur, og í øllum førum fór Ronnie Samuelsen brádliga umkoll, tá teir báðir runnu lið um lið, eftir at bólturin var farin víðari.
Dómarin stóð beint hjá, og hann ivaðist í øllum førum ikki, og so mátti Skála spæla víðari við tíggju monnum.
Hetta merkti sjálvsagt, at Skála mest sum ongan møguleika hevði at vinna seg aftur í dystin, og B36 hevði nú heldur ikki teir stóru trupulleikarnar. Betri gjørdist tað heldur ikki av, at Dusan Jaic tíggju minuttir fyri leiklok bjargaði sínum seinna gula korti við eini ógvusligari eftirtackling á miðjum vølli.
Hetta gav B36 pláss at spæla, men sum tað so ofta er sæð fyrr, so dalaði konsentratiónin hjá yvirmannað liðnum, soleiðis at teir ikki fingu gjørt sær dælt av yvirtalinum. Sostatt var tað Skála, sum var næst við at skora, tá Bogi Gregersen av brotsteigarmarkinum høgdi á tvørtræið, men sum í undanfarnu 85 minuttunum, so var hetta ikki dagurin hjá Skála, sum altso mátti mál- og stigaleyst av vøllinum.

Tærr UEFA-stríð
Úrslitið leiddi Skála niður á triðja plássið á stigatalvuni, men tað í sjálvum sær er kanska ikki nøkur katastrofa. Verri tykist tað vera, at liðið til komandi dystin má vera teir báðar leikbannaðu útlendingarnar fyri uttan. Tað fer í øllum førum at gera tað enn meira alneygt, at Pauli G. Hansen verður tøkur aftur, tá KÍ kemur á vitjan.
Tá skal B36 spæla móti HB í einum dysti, sum næstan kann tryggja grannunum matematiska vissu fyri gullinum.
Tað er í øllum førum nakað, sum teir í B36 vilja leggja nógv fyri í royndunum at forða, men um tað skal eydnast teimum, er so ein heilt annar spurningur.
Í øllum førum er tað hjá báðum pørtum umráðandi, at stig fáast úr hesum dystunum. Tað er bert eitt stig á muni, og tað er bert annar parturin, sum kann fáa pláss í UEFA-Cup kappingini.

Fakta um dystin
B36-Skála 2-0 (1-0)
B36: Magnus E. Poulsen ? Allan Mørkøre, Jóhannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen ? Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Ronnie Samuelsen, Alex dos Santos ? Bergur Midjord (Kenneth Jacobsen, 68.), John Petersen
GK: Jóhannis Joensen, 65.
Skála: Igor B. Kostic ? Hanus Thorleifsson, Rúni Rasmussen, Dusan Jaic, Iulian Florescu ? Eugen Stancio, Nenad Stankovic, Bárður Danielsen, Alexandur Johansen ? Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg
GK: Dusan Jaic, 53., Iulian Florescu 53.
RK: Nenad Stankovic, 55., Dusan Jaic, 81. (tvey gul kort)
Dómari: Odmar Andreasen. Hevði fyri tað mesta tamarhald á støðuni, tó at hann neyvan gjørdist populerur millum Skála-fólk, tá hann í einum høggi gav gult til Nenad og Iulian fyri at brúka seg. Er eisini ein av teimum fáu dómarunum, sum ehevur hjálparar, ið duga rangstøðureglurnar, so eisini tann parturin var í lagi.