? Vit hava fleiri royndar leikarar við í hópinum, sum hava spælt bæði evropeiskan fótbólt og hava verið við á landsliðnum. Tað eru hesir leikarar, ið skulu taka tey tungu tøkini hjá okkum í kvøld, sigur Frank Skytte undan dystinum hjá HB ímóti FBK Kaunas á Tórsvølli.
Hann sipar til leikarar sum Bárð Johannesen, Jan Dam, Símun Eliasen, Hans á Lag, Rúna Nolsøe og Rógva Jacobsen og Andrew av Fløtum, ið eru yngri leikarar við royndum frá landsliðnum.
Frank Skytte metir, at prosentini í einum slíkum dysti eru 80-20 til litaviskan fyrimun. Hann ger tí Kaunas til stórfavorittar, men hann er tó bjartskygdur undan dystinum.
? Vit fara eftir tí lítla møguleikanum, sum hóast alt er til staðar. Vit hava eitt gott og rutinerað lið, sum kann standa seg í evropeiskum fótbólti. Vit skulu ikki bara vera við til stuttleikar, men skulu eisini gera okkara ítarsta fyri at koma víðari, sigur Frank Skytte.
Hann leggur tó afturat, at lutakastið hevur alt at siga, um eitt føroyskt lið skal hava nakran møguleika fyri at koma víðari í evropeiskum kappingum. Um lutakastið ikki fellur væl út, er eingin møguleiki at vinna.
Ongar upplýsingar
Tað hevur verið óvanliga torført at fáa upplýsingar um FBK Kaunas til vega. Futbolo Beisbolo Klubas Kauno, sum er fulla navn felagsins, hevur vunnið meistaraheitið í Litava í fýra ár á rað, og tað boðar frá góðsku.
Felagið liggur í løtuni á øðrum plássi í landskappingini og hevur fyri stuttum skift venjaran út. Eftir tíggju dystir hevur liðið 22 stig. Sjey sigrar, ein javnleik og tvey tap er úrtøkan higartil.
Toppskjúttin eitur Martin Opic, og hann hevur skotið seks mál í landskappingini í ár.
? Vit vita at kalla einki um okkara mótstøðulið. Tað hevur verið nærum ógjørligt at fáa nakrar upplýsingar, sum vit kunnu nýta í fyrireikingunum, til vega. Vit hava ikki ráð at senda ein mann til Litava at hyggja eftir liðnum, og tí er torført at gera eina meting av liðnum, sigur danski venjarin hjá HB.
Hann sigur, at ætlanin ikki hevur verið at gera meira burturúr mótstøðuliðnum, enn gjørt verður til ein vanligan landskappingardyst í Føroyum.
? Vit mugu leggja dent á okkara egnu leikarar og spælskipan, heldur enn at spæla eftir teirra treytum, sigur Frank Skytte.
Varisligt útgangsstøði
Av tí HB ikki kennir nakað til mótstøðuliðið, fer heimaliðið neyvan at leggja hart út, men fer heldur at byrja varisliga.
? Vit skulu fyrst og fremst tryggja okkum ímóti einum tapi á heimavølli. Tí fara vit at vera varnir at byrja við, sigur Frank Skytte.
Spælskipanin verður ein kombinatión av 4-5-1 og 4-3-3. Ein leikari verður heilt har frammi, meðan tveir eru úti á vonginum eitt vet longri afturi á vøllinum. Hesir báðir verða helst tiknir longri inn á vøllin fyri at byrgja upp fyri litaviska uppspælinum. Tað er tí eitt verjukent útgangsstøði, sum fer at eyðkenna HB.
Venja nógv
Hópurin hjá HB er væl fyri undan dystinum. Bert ein leikari er ikki tøkur, og tað er miðvallarin Kári Nielsen, sum enn ikki er komin fyri seg eftir beinbrotið fyrr í ár.
Bæði Bárður Johannesen og Andrew av Fløtum hava ikki verið við í tveimum teimum seinastu landskappingardystunum vegna knæskaðar, men teir eru nú komnir fyri seg og vera við í kvøld.
Bæði mánadagin og týsdagin vandi allur hópurin hjá HB klokkan 13, og fleiri leikarar hava biðið sær frí frá arbeiði til venjingarnar. Hópurin hevur bert havt ein frídag, síðan summarsteðgin í landskappingini.
Fríggjadagin eftir dystin verður farið til Danmarkar á eina stutta venjingarlegu, áðrenn ferðalagið leggur leiðina til Kaunas, sum liggur miðskeiðis í tí sunnasta baltiska landinum, Litava. Seinni dysturin verður leiktur tann 23. juli.
? Tað verður ómetaliga torført at fáa eitt gott úrslit, men vit skulu ikki gera tað torførari enn neyðugt, sigur Frank Skytte at enda.
HB ímóti Kaunas klokkan 19 á Tórsvølli í kvøld, mikukvøldið. Dómari verður Igorj Ischenko úr Ukreina.