Hann kom brakandi inn í føroyska fótbóltsheimin longu sum 18 ára gamal, tá ið hann fyri barndómsfelagið B36 skeyt ikki færri enn 25 mál í 28 dystum fyri besta liðið. Hann varð alt fyri eitt skýrdur at vera eitt hitt størsta fótbóltstalentið, ið Føroyar enn høvdu sæð, og við royndarvenjingum í Liverpool, Watford, Crewe og OB var hann í sínum ungu árum ein av slóðarunum fyri aðrar leikarar, ið strembaðu uttanlands. Hetta var ikki vanligt um hetta mundið, men gávurnar hjá Jákupi vóru ikki at fara skeivur av.
Eftir heldur miseydnaðar tilverur vendi hann aftur til ein gerandisdag í Føroyum, og her hevur hann av álvara sett síni merki. 128 mál í 305 dystum hevur havnarmaðurin latið eftir seg í bestu føroysku deildini, umframt at hann í 62 dystum fyri føroyska landsliðið hevur skotið tvey mál.
Nú er 32 ára gamli áleyparin aftur at síggja á landsliðnum.
Møguleikin var til staðar
Tað var á sumri í 2010, at ein av avgjørt stinnastu landsliðsleikarunum, Jákup á Borg, boðaði frá, at hann tók seg av landsliðnum.
- Eg eri ikki ein unglingi longur. Eg havi tørv á hvíld, og eg seti meg ikki føran fyri at spæla við fullari megi á landsliðnum, segði hann tá við Sosialin.
Nú eru tvey ár gingin, Jákup hevur fingið sína hvíld og hetta seinna kappingarárið var hann ein avgerandi liður í at felag hansara, B36, gjørdist Føroyameistari. Hann var í stórformi og hinvent nógv undanfarin ár, var Jákup í fjør ongantíð raktur av skaðum og spældi næstan allar dystirnar fyri B36.
- Eg havi havt ein góðan dialog við Jóannes Jakobsen (hjálparvenjara, blðm.) frá tí hann bleiv settur, so hetta er nakað, eg havi hugsað um í eina tíð, sigur Jákup á Borg um val hansara at aftur melda seg kláran fyri landsliðið.
Tá ið Jákup fyri tveimum árum síðani tók seg av landsliðnum, var tað ikki fyri eyga ongantíð aftur at umboða Føroyar.
- Ein skal ongantíð siga ongantíð, og tað var júst tað, eg sjálvur segði, tá ið eg gavst. Ein skal ongantíð klamsa við hurðum, sigur hann.
Fyribils ella varandi?
Nú ein av profilunum í føroysku kappingini aftur meldar seg kláran at spæla fyri landsliðið, munnu nógvir spurningar verða settir, um talan er um eitt fyribils ella eitt varandi comeback. Vit settu tí Jákupi henda spurningin.
- Lat okkum nú taka venjingarleguna í La Manga og kappingarárið 2012 fyrst, áðrenn vit lova nakað meiri. Men um kroppurin heldur til tað, og ikki minst um Lars og Jóannes vilja hava meg at vera ein partur av landsliðnum, so kanst tú gott kalla tað eitt varandi comeback. Men tað eru eisini nógvir ungir og dugnaligir leikarar, sum banka uppá dyrnar, og tað skal so ikki ein gomul rotta sum eg uppihalda nøkrum plássi hjá teimum, sigur Jákup.
Landslið í menning
Tað eru skjótt gingin tvey ár síðani Jákup á Borg var at síggja í landsliðstroyggjuni, og hann dylir ikki fyri, at tað eitt nakað broytt og styrkt landslið, hann nú aftur stendur andlits til andlits við.
- Eg haldi, at liðið blívur sterkari og sterkari, og at tað er við til at styrkja um landsliðið, at alsamt fleiri av leikarunum royna seg uttanlands. Ikki minst profilar sum Christian Holst, Jóan Símun og Gunnar Nielsen v.m., peikar Jákup á.
Hann hevur altíð roynst sum framrættaður leikari, men ójavnt um tað hevur verið sum hangandi áleypari, liggjandi beint aftanfyri áleypari ella úti á høgra borði. Sjálvur sigur hann tað vera líkamikið, hvar hann spælir, tí hann ger altíð sítt besta, líkamikið hvar venjarin velur at seta hann.
Jákup hevur drúgvar royndir og hevur leikt fimt-flestar landsdystir fyri Føroyar. Hesar royndirnar skal hann nú føra víðari.
- Fyrst og fremst komi eg altíð við øllum, sum eg havi – bæði á vøllinum og uttanfyri. Eg eri ein vinnaratypa og havi roynt eitt sindur av hvørjum, so um eg við mínum royndum fái hjálpt teimum yngru, so er tað super, sigur Jákup á Borg at enda.