Somaliskir sjórænarar royndu í gjár at ræna danska farmaskipið ?Maersk Alabama?, sum var statt millum Kenya og Madagascar. Ein amerikonsk tíðindastova skrivar, at danska skipið skjeyt ávaringarskot, tá sjórænararnir vóru umleið ein hálvfjórðing frá skipinum. Men tá sjórænararnir ikki lótu seg ræða av ávaringarskotum, gjørdi danska skipið av at skjóta beinleiðis eftir teimum. Tá vendu sjórænararnir.
Sum skilst eru vápnaðir vaktarmenn umborð á ?Alabama Mærsk?. Skipið siglir undir amerikonskum flaggi, og hetta er triðju ferð, at sjórænarar hava søkt at tí.
Um várið í 2009 tóku sjórænarar skipið, og skiparin, Richard Phillips, var fangi hjá sjórænarunum í fleiri dagar, til amerikanskir hermenn lupu á, beindu fyri sjórænarunum og fríaðu skiparan.