Hóast B68 ta einu løtuna loypti hvøkk á, so helt Kári Nielsen hjá HB ikki, at hetta av álvara skapti ótta á liðnum hjá HB.
- Eg haldi ikki, at vit vóru bangnir. Men vit høvdu eitt sindur trupult við at fáa glið á okkara spæl, og tá teir so skora, so verður tað sjálvandi enn truplari, so vit fingu nokk ein lítlan hvøkk av hesum.
- Men tekin vóru tó ongan tíð um panikk. Vit avráddu eisini í steðginum, at vit skuldu halda á fram at royna at fáa okkara spæl fram, og tað gekk so eisini í seinasta enda.
Og tey trý stigini vóru kanska meira umráðandi enn sjálvt spælið?
- Sjálvandi. Hetta er fyrsta umfar, so tað ráddi um hjá okkum at fáa eina góða byrjan, og hana fingu vit, segði Kári Nielsen eftir dystin.