Royndu rennibreytirnar

Fólk úr renni- og rørslufelagnum Hvistan royndu í kvøld rennibreytirnar í marghøllini.

Í vikuni vórðu rennibreytirnar í marghøllini í Vági endaliga lidnar. Fyrradagin lógu tær lidnar kring graslíkisvøllin, men skuldu tó hava frið eina stund.

 

 

Í kvøld fóru royndir rennarar úr felagnum Hvistan at royna nýggju rennibreytirnar. Og tey lótu væl at umstøðunum at renna í vindstilli og bleytu rennibreytunum.

 

 

Myndina tók Finn Johannessen