Meina vit nakað við hetta, ella er hetta bara ein smidligur valmøguleiki og kann hetta geva nakrar kærkomnar atkvøður?
Vit eru troytt av hesi strembanini bara eftir maktini – nú vilja vit síggja, at úrslitini fara at standa mát við lovorðini.
Musikkskúlin
Nær fara vit at síggja, at ein veruligur nýggjur musikkskúli fer at standa á dagsskránni, og nær fara tey mongu, sum standa á bíðilista, at fáa ein møguleika?
Lat okkum fáa eina nágreiniliga dagfesting?
Tit mugu bjóða av!
Í dagsins avbjóðingum og tí sum vit royna at seta okkum fyri, er tað neyðugt, at vit veljarar fáa sett nøkur ítøkilig útlit, so vit kunnu seta krossin við tann, sum kemur við besta boðnum – “that´s it”.
Gott val – øll somul!