Herfyri ljóðaði, at trolbáturin Vesturfarið er seldur til Fraklands, men Bank Nordik, sum eigur bátin, sigur, at enn er endalig keypsavtala ikki komin í hús. Trolbáturin Vesturfarið, sum í løtuni stendur á bedingini í Vestmanna, er til sølu. Tað er Bank Nordik, sum eigur bátin.
Herfyri frættist, at Vesturfarið er seldur til Fraklands, men á vinnulívsdeildini hjá Bank Nordik, siga tey, at eingin endalig keypsavtala er gjørd.
- Roynt verður at selja bátin, men hann er ikki seldur enn, siga tey á Bank Nordik.
Vesturfarið er smíðaður á Frederikshavn Bedding í Danmark í 1986. Hann er úr stáli og er merktur til 38 tons deyðvekt.