Farna vikuskiftið høvdu norðurlendsku ljósmøðurnar ársfund í Føroyum.
Svensku, norsku, finsku og donsku ljósmøðurnar høvdu umboð við á fundinum, meðan íslendingar eingi høvdu. Ferðamøguleikarnir vóru ikki til vildar, og tí barst teimum frá at koma.
Evnini sum vóru viðgjørd á fundinum vóru tilboðini, sum barnakonur fáa í ymsu londunum, umframt hagtøl og útbúgving.
Føroysku og donsku jarðamøðurnar hava sjálvstøðuga útbúgving, sum ger at tær eru serútbúnar sum jarðamøður, meðan starvsfelagar teirra í hinum Norðanlondunum eru útbúnar sjúkrasystrar, sum hava tikið eina 9 mánað yvirbygningsútbúgving afturat.
Fundurin var tann 49. í røðini. Tann 50. verður hildin næsta ár saman í Stokkhólmi.
Gestirnir, sum komu til landi hósdagin fóru avstað aftur sunnudagin