Ársfundur Norðurlandaráðsins 2012

Føroyska landstýriskvinnan við ábyrgd fyri Norðurlendskt Samstarv hevur tikið lut í ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsingfors. Eg fari í greinini at koma inn á nøkur av teimum evnum, har eg havi luttikið saman við norðurlendsku samstarvsfeløgum mínum.
Sum norðurlendskur samstarvsráðharri havi eg ábyrgd fyri samskipanini av norðurlendska samstarvinum á stjórnarstigi. Samstarvsráðharrarnir taka avgerðir av yvirskipaðum slagi, so sum fíggjarætlanina.
Eisini í útnorðurhøpi hava samstarvsráðharrarnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi sum uppgávu at vera bindilið millum virksemið hjá sjálvum tingmannaráðnum og tey ymisku stjórnarráðini. Í hesum sambandi var eisini fundur við formanskapin í Útnorðurráðnum.

Samstarvsavtala við Grønland og Áland
Føroyar, Grønland og Áland hava í longri tíð verið sinnað at gera avtalu um samstarv innan fyri norðurlendskt samstarv. Saknur hevur verið á at londini í betri mun gagnnýta møguleikan at arbeiða saman um mál av felags áhuga.
Tá samstarvsráðharrarnir úr londunum hittust á fundi á Svalbard í september, varð eitt sokallað letter of intent undirskrivað. Hetta var formiliga grundarlagið fyri avtaluna, sum varð undirskrivað í Helsingfors.
Tað hevur alstóran týdning, at smærru londini í norðurlendska samstarvinum duga at arbeiða væl saman. Sambært nýggju samstarvsavtaluni millum Føroyar, Grønland og Áland skulu londini samstarva á stjórnarstigi, á tingmannastigi og á embætismannastigi. Endamálið er, at vit í best møguligan mun koma at draga somu línu í málum av felags áhuga.
Hóast vit ikki altíð eru samsint á øllum økjum, so er ynskið altíð at vit ikki arbeiða ímóti hvørjum øðrum. Her hugsi eg serliga um limaskapsspurningin, har Føroyar greitt ynskja fullan limaskap, meðan Grønland og Áland í størri mun eru nøgd við verandi viðurskifti.
Tó stuðla londini hvørjum øðrum í málum, sum vit ynskja at røkka saman, eins og vit stuðla hvørjum øðrum í málum, vit ynskja at fremja hvørt sær.

Føroyskur limaskapur
Spurningurin um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum var ikki formiliga til viðgerðar á fundinum, men eitt nú nevndi løgmaður, at eingin ivi skal vera um grundleggjandi føroyska ynskið um limaskap.
Føroyar hava luttikið í norðurlendska samstarvinum í fýra áratíggju. Nógv mál eru rokkin hesi árini, men vit luttaka enn ikki í yvirskipaða partinum, har forsætis- og uttanríkisráðharrarnir taka avgerðir um norðurlendska samstarvið. Føroyar søktu um limaskap í 2003, men fingu í staðin sokallaða Álandsskjalið.
Álandsskjalið gevur í veruleikanum ikki nýggj og fleiri rættindi í mun til fyrr. Eg eri sannførd um, at føroyskur limaskapur merkir eitt sterkari norðurlendskt samstarv. Tað einasta, ið vantar, er politiskur vilji, og tað stríðist eg støðugt fyri at vinna millum norðurlendsku starvsfelagar mínar.
Eg havi umrøtt spurningin óformiligt við fleiri høvi í farnu viku, og eg kenni meg styrkta í vónini um, at føroyskur limaskapur kemur at vinna undirtøku.
Norðurlond arbeiða í løtuni við spurningin um meira umfatandi samstarv í Arktis og í Norðuratlantshavi. Tá gerst spurningurin bert enn meira viðkomandi, at vit eiga at luttaka á javnbjóðis føti við bróðurtjóðir okkara um samstarvið í okkara egna øki.
Tá Føroyar fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, merkir tað ítøkiliga eitt limagjald áljóðandi um leið 1 mió. kr. Við hesum skulu vit sjálvsagt hava í huga, at talan er um luttøku í øllum viðkomandi virksemi, hava fulla ávirkan á tær avgerðir, ið verða tiknar, eins og vit skulu lyfta okkara part av ábyrgdini, ið fylgir við.
Næsta stigið verður nú, at eg fari at taka spurningin um formligan limaskap upp á komandi samstarvsráðharrafundi.

Samstarvsráðharrafundur
Norðurlendska samstarvið kann ikki loyva sær at standa í stað, og tí vóru grundleggjandi spurningar um framtíðar virksemið í felagsskapinum til viðgerðar. Londini samdust um, at samstarvið í flestu førum eigur at uppraðfestast.
Í sambandi marknaðforðingar millum Norðurlond er ein ítøkiligur trupulleiki. Eitt nú tá norðurbúgvar flyta millum londini, er vandi fyri, at borgarar missa vunnin rættindi, tí hesi ikki kunnu flytast millum londini. Eisini í vinnuligum høpi finna vit forðingar.
Eg vísti í hesum samanhanginum á týdningin av at tryggja lógarsmíðið í londunum, soleiðis at atlit verða tikin fyri regluverkið hjá grannum okkara, soleiðis at forðingar ikki íkoma longu í byrjanini, sá nýggjar lógir verða gjørdar. Tað er sjálvandi ein serlig avbjóðing at taka hædd fyri ES-reglurnar, sum Danmark, Svøríki og Finnland náttúrligt eru bundin av.
Fíggjarætlanin hjá ráðharraráðnum stendur fyri skerjingum komandi árini. Eg havi víst á, at ein miðvís spariætlan eigur at taka støði í nágreiniligum metingum heldur enn ‘pleniklipparan’. Tað er eingin ivi um, eftir míni meting, at ráðið fremur og stuðlar nógv gott og týdningarmikið virksemi, har eisini Føroyar njóta ágóða.
Tað er tó ein treyt, at vit eru virkin í samstarvinum, og sum soleiðis gerast partur av teimum møguleikum, ið stinga seg fram. Bæði innan fyri norðurlendskt mentanar- og granskingarsamstarv fáa Føroyar góða og ítøkiliga úrtøku. Vit skulu tí eisini taka hóskandi ábyrgd á økjum, har vit eiga viðkomandi førleikar.

Makrelur
Tað hevur týdning, at Norðurlond kunnu frítt skifta orð um torførar spurningar við. Í hesum sambandi varð makrelmálið eisini frammi.
Á fundi við formanskapin í Útnorðurráðnum varð upplýst, at ráðið fer at taka makrelmálið upp á fundi í Brússel við ES-myndugleikarnar har. Tað er týdningarmikið, at vit varpa ljós á trupulleikan frá fleiri ymiskum sjónarhornum í senn, og eg veitti Útnorðurráðnum mín fulla stuðul í at taka málið upp beinleiðis við ES.

Mannahandil
Norðurlandaráðið arbeiðir nógv við spurninginum um mannahandil. Talan er um ein trupulleika, sum ikki kennir nøkur mørk, og sum í dag er ein stórídnaður burturav – einans narkotika- og vápnahandil eru størri.
Tvangsarbeiði og kynslig misnýtsla eru umboðað í yvirmát, og eini 5,5 milliónir børn eru offur fyri mannahandli. Hetta er nakað, sum eg ikki kann góðtaka, og sum eg vil stríðast ímóti.
Bæði á fundi við samstarvsráðharrarnar og í serliga orðaskiftinum um mannahandil segði eg mína hugsan um trupulleikan, sum eg haldi eigur at raðfestast høgt.
Eg vísti m.a. á, at tørvur er á upplýsing og vitan. Eg kundi somuleiðis upplýsa, at vit í Føroyum arbeiða við kunningartilfari, sum møgulig offur kunnu finna upplýsingar um Føroyar, um rættindi og skyldur hjá borgarum, og um hvussu ein kann seta seg í samband við eitt nú løgreglu, lækna og kreppumiðstøð.
Vit skulu sjálvandi ikki skapa stigmatisering av ávísum bólkum, men vit eiga at lýsa trupulleikan á hóskandi hátt. Vit skulu duga at síggja tekin um mannahandil, tilkalla viðkomandi myndugleikar og yvirhøvur samstarva tvørtur um mørkini í Norðurlondum. Í hesum sambandi er løgreglusamstarv av serligum týdningi.

Føroyar og norðurlond
Í Finnlandi er eitt Føroyafelag, sum eitur Tjaldur, og sum hevur til endamáls at kunna um Føroyar. Hesar dagarnar skipaði Tjaldur, saman við Norrøna Felagnum, fyri áhugaverdum tiltaki, har eg helt eina røðu fyri áhoyrararnar. Veruliga keldan til gott norðurlendskt samstarv spríkir burtur úr einum livandi samskifti millum politisku skipanina og fólkið í Norðurlondum. Tí leggi eg sum samstarvsráðharri sera stóran dent á samstarvið við Norrønu felagøgini.
Norðurlendska samstarvið er ein livandi samanseting, har Føroyar hava eitt einastandi høvi at knýta samband við tjóðir, sum hvør í sínum lagi virka á altjóða pallinum. Men tað er samstundis ein sera átroðkandi spurningur fyri okkum, hvat vit ynskja at gagnnýta sambandið til.
Koma vit ófyrireikað til fundir o.l., verður úrslitið helst har eftir. Hinvegin eri eg sannførd um, at Føroyar fáa almikið burturúr, um vit hava áræði, vísa dugnasemi og eru miðvís í samstarvinum.
Stundum kann vera trupult at finna neyðugu ráðini at røkja føroysku áhugamálini, men hinvegin heldi eg, at vit enn verri hava ráð at halda okkum burtur.
Eg fari sum føroyskur samstarvsráðharri at skipa soleiðis fyri, at føroyska luttøkan í norðurlendska samstarvinum verður meira sjónlig, og at allir partar skulu kenna til og vita um virksemið hvør hjá øðrum. Tað er neyðugt at vit duga væl at samskipa og arbeiða saman um norðurlendsk mál.
Vit eru norðurlendskt fólk, og vit eiga okkara náttúrliga pláss millum norðurlendsku tjóðirnar. Tað skulu vit læra at bæði at virða og at gagnnýta til fulnar.