Arbeiðsumhvørvi
Virkisleiðari á Føroya Fiskavirking í Miðvági, Albert Ellefsen, er ein sera stolut maður í dag.
- Eg haldi, at hetta er ein stórur heiður, at vit eru vald sum Ársins arbeiðspláss, og tað er eingin ivi um, at tað fer at hava positiva árvirkan á leiðsluna og starvsfólkið eisini. Hann vónar, at hettar verður eitt afturvendandi tiltak.
- Tað er av stórum týdningi, at hetta heldur fram, tí tað er so motiverandi fyri at arbeiða við arbeiðsumhvørvi. Vit eru sera fegin um heiti, men nógv manglar í. Til dømis er nógvur larmur á virkinum, sigur Albert Ellefsen og leggur aftrat:
- Og so bjargaði tað mínum degi ? HB hevði annars oyðilagt hann. Hann er venjari hjá FS Vágar, ið tapti 3-2 móti HB mikukvøldið.
Toppkarakter fyri trivna og trygd
Í metingini av virkjum var serligur dentur lagdur á fýra umstøður. Fyrst og fremst, um starvsfólkð hevði svara ymiskt ella einsháttað upp á spurnarblaðið. Um tey svaraðu ymiskt, var tað tulkað, sum at tey vóru erlig ? ikki høvdu nakað at dylja og kendu seg trygg. Umframt varð hugt eftir, hvussu leingi fólk eru á virkinum ? tí er mett at vera tekin um, at góður trivnaður er á arbeiðsplássinum. Hartil um trygdin er í lagi, um leiðslan lurtar eftir starvsfólkunum, og um starvsfólkini eru stolt av at vera á júst hesum arbeiðsplássi.
- Firksavirking í Miðvági fekk toppkarakter í fýra teimum týdningarmestu spurningunum, sigur Svein Rógvi Nielsen. Tað var tó ikki fyrr enn hann hevði vitjað virkið, at hann var sannførdur. Undir vitjanini kannaði dómsnevndin, um umstøðurnar á virkjunum samsvaraðu við tað, sum tey hvødu fingið at vita.
- Hetta er eitt nossligt virki, trygdin er góð, góðar umstøður eru at eta og skifta í, og fólk eru glað fyri at verða her, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Ársins arbeiðspláss
Tað eru fakfeløgini, sum standa aftan fyri kappingina um Ársins arbeiðspláss, men undangongumaðurin er tann 29 ára gamli Svein Rógvi Nielsen, ið hevur valt at gera eina kanning av føroyuskum arbeiðsplássum sum endaliga uppgávu á Tekniska skúlanum í Havn, har hann lesur framleiðslutøkni. Virkini vóru fyrst vald út av eini dómsnevnd, har trý komu í finaluni, síðan varð avgjørt, hvør vinnarin var eftir at starvsfólkini á hesum trimum virkjum, høvdu svarað upp á eitt spurnarblað við 16 spurningum.
Um kappingina
Fyri at vera við í kappingini um ársins arbeiðspláss í ár, skuldi fyritøkan hava minst 25 starvsfólk og arbeiðið merkt av at vera fysiskt aktivt. 20 fyritøkur meldaðu seg til kappingina. Tríggjar vórðu valdar út og starvsfólkini á hesum fyritøkum fingu eitt spurnarblað við 16 spurningum. Út frá hesum spurnarbløðum verður Ársins arbeiðspláss funnið.
Dómsnevndin:
Í dómsnevndini, sum skal finna ársins arbeiðspláss, eru Sakaris Hansen fyri Havnar arbeiðsmannafelag, Hanna Isaksen fyri Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag, Ingeborg Vinther fyri Føroya arbeiðarafelag, Kristoffur Olsen fyri Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, eitt umboð fyri Rasmussen & Weihe, og Svein Rógvi Nielsen, næmingur á Tekniska Skúla í Havn