Teir seinastu dagarnar fyri jól er vanliga rættiligur gravgangur á bankarnar av skattaborgarum, ið vilja fáa gleði av tí skattalætta, sum stendur teimum í boði, um teir rinda eftirlønina á konto í bankanum innan árslok.
Danir hava í 2007 goldið omanfyri 100 milliardir kr. í eftirløn. Hetta er peningur, ið fyri stóran part skal út á altjóða partabrævamarknaðin at arbeiða.
Bestu partabrøvini í 2007
Við árslok er vanligt at kanna, hvørjar íløgur hava staðið seg best, tær sokallaðu børsrakettirnar. Her hevur føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum rættiliga gjørt vart við seg sum tann besta íløgan á danska Virðisbrævamarknaðinum í 2007 við eini úrtøku uppá 249% og 110% frammanfyri reiðaríið Norden, á 2. plássi. Til lukku við tí!
Børsrakettir á danska partabrævamarknaðinum 2007
Felag Kurshækking 2007
Atlantic Petroleum P/F 249%
D/S Norden 139%
Vestas Wind Systems 125%
Spæncom A 100%
Mols-Linien 98%
Kelda: OMX Den Nordiske Børs A/S 01.01 – 27.12.2007
Besta norska partabrævið í 2007 gjørdist farmaflutningsfelagið Golden Ocean, ið hevði eina úrtøku uppá 207%. Besta svenska partabrævið í fjør gjørdist veddingarfyritøkan Betsson, har ikki bert spælarar, men eisini íleggjarar tordu at vedda uppá at teir fingu góða úrtøku - og fingu 402%!
Íløgufeløg
Eitt íløgufelag er ein felagsskapur, har eitt tal av íleggjarum hava tikið seg saman um at fáa sum mest burturúr síni uppsparing við at gera íløgur í virðisbrøv við góðari úrtøku og minni tapsvanda, uttan at teir eru serfrøðingar.
Hyggja vit eftir úrslitum hjá donskum íløgufeløgum fyri 2007 sæst, at tað eru tey feløgini, ið hava gjørt íløgur í nýggjum marknaðum í Asia, Latínamerika og Eysturevropa, ið hava fingið tey bestu úrslitini, við eini úrtøku uppá 15-36% í 2007.
Tað er sostatt lætt at velja íløgur, tá vit hyggja aftureftir. Nógv torførari er at spáa um framtíðina. Tíverri er tað ein sannroynd, at tær íløgur, ið stóðu seg best tað eina árið, ofta standa seg illa eitt annað ár.
Topp 10 íløgurnar 1996-1999 fóru til botns 1999- 2002
Ein stór, men einfald kanning av 851 íløgufeløgum í USA vísir, at tey bestu íløgufeløgini í tíðarskeiðnum 1996-1999 endaðu millum tey heilt vánaligu, tað næsta 3 ára skeiðið, frá 1999-2002.
Talvan niðanfyri vísir gongdina hjá 10 av bestu íløgufeløgum í USA 1996-1999 og gondina hjá hesum somu feløgum frá 1999-2002.
_ _ _ _ _ _ _ _ _ __ _Top-10 ____Somu 10 ____ __ _1996-1999_ _ _ _1999-2002_ _ _ _ __ _Staðseting_ _Árlig úrtøka_ _Staðseting_ _ _Árlig úrtøka_ __ _________ __ _ 1__66%__841___-37%_ __ _ 2__63%__832___-31%_ __ _ 3__60%__845___-41%_ __ _ 4__59%__791___-27%_ __ _ 5__55%__801___-29%_ __ _ 6__53%__798___-28%_ __ _ 7__52%__790___-27%_ __ _ 8__52%__843___-39%_ __ _ 9__50%__851___-52%_ __ _10__50%__793___-28%_ __ _ _ _ _ _ _ _ _ _ __
Kelda: Bogle Financial Centre, Lipper Inc.
Sum tað framgongur av talvuni, er talan um eitt tíðarskeið, har virðisbrævamarknaðurin hevur verið sera óstøðugur. Sami ótryggleiki er altíð galdandi, tá vit tosa um íløgur í virðisbrøv.
Varni og skynsemi
Atlantic Petroleum partabrævið hevur verið ein serstakliga góð íløga í 2007 við eini úrtøku til sínar íleggjarar uppá 249%. Henda staðseting er so mikið góð, at hon hevði ligið á 2. plássi, um hon varð við á styrkislistanum yvir partabrøv hjá Forbes Magazine í USA. Bara partaeigarar í stóru kemikaliafyritøkuni The Mosaic Company, í Minnisota, USA, kunnu, orsaka av óvanliga stórum eftirspurningi frá landbúnaðinum, breggja sær av størri úrtøku enn AP, og fingu 342% í úrtøku í 2007.
Hóast hesi avbera góðu úrslitini fyri 2007 fyriliggur als ongin trygd fyri, at úrtøkan verður eins góð í 2008. Úrtøkan kann gerast eins góð, ella enntá betri í 2008, men í løtuni ikki eru nógv tekin, ið benda á hetta.
Tað, sum er umráðandi, er, at íleggjarar duga at vísa varni og skynsemi og spjaða íløgurnar meira enn nakrantíð, nú ið ótryggleikin á virðsbrævamarknaðunum sum heild tykist at verða størri enn hann hevur verið tey seinastu 3-4 árini.