Bilurin hevur gjørt stórt árin á redaktiónina á blaðnum og lesararnar við sínum 200 hk motori og góðu koyrieginleikum saman við komforti á sera høgum støði.
Golf GTI koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sekund, og toppferðin er 235 km/t.
Í Evropa varð VW Golf aftur mest selda bilmodell í 2006 við 443.000 seldum bilum, framman fyri Renault Clio og Ford Focus.
Týski bilfelagsskapurin ”VDA” upplýsir at tíggju tey mest seldu bilmodellini í Vesturevropa í 2006, vóru evropeisk.
Sambært ”VDA” øktu tey týsku bilmodellini sín marknaðarpart frá 45,5 til meira enn 46 prosent í 2006 hóast hørðu kappingina frá Japan og Korea.